Mása Tróndheim úr Klaksvík gjørdist vinnari av Ársins Songrødd 2003. Finalan var í Fuglafirði leygarkvøldið, og har var Mása kosin at verða besti sangarin.
12 finalistar høvdu vunnið sær pláss í finaluni i kappingini, og fólkini royndu sítt ítarsta fyri at sannføra áhoyrarar og dómarar um, at tey skuldu vinna.
Harðastu kappingina fekk Mása frá havnagentuni Noomi Hansen, sum endaði nummar 2.
Nógvir kendir sangarar hava byrjað sína yrkisleið í Ársins Songrødd, og spurningurin er nú, hvat Mása fer at fáa burtur úr kappingini. Í fyrstu syftu kann hon so í øllum førum fegnast um eina peningaliga gávu og heiðurin at vinna.




