Mánamorgunin tann 31. august gekk loyvi hjá Másanum at siglað út og sama dag var Súlan sett í sigling til Fugloy og Svínoy. Fyri at fáa Rituna sum avloysaraskip og Ternuna í sigling til Nólsoy krevst eykajáttan uppá umleið 10 mill. kr.
Stjórin á Strandferðsluni, Bogi Mortensen, sigur at teir hava tikið Másan suður til Vágs har umboð fyri skipaeftirlitið fara at kannað skipið.
– Síðani verður mett um hvat skal gerast við skipið, men vit vóna at løgtingið finnur pengar til at vit kunnu seta Rituna inn í sigling har norðuri.
– Vit gjørdu eina kostnaðarmeting fyri landsstýri í apríl mánaða í ár og í henni er eisini justeringar umborð á Ternuni, soleiðis at hon kann røkja rutuna til Nólsoyar.
– Kostnaðarmetingini liggur millum níggju og tíggju milliónir krónur, men eg dugi ikki at siga um landsstýrið hevur funnið pengarnar.
Landsstýrismaðurin bjartskygdur
Johan Dahl, landsstýrismaður sigur í stuttari viðmerking í morgun at umbøn um eykajáttan er send løgtinginum og hann roknar við at undirtøka verður fyri at veita eykjáttan í løgtinginum.
Stjórin á Strandferðsluni vónari ikki at neyðugt verður at seta Másan aftur í sigling, men tá klassin hevur verið umborð á skipinum fást at vita hvat krevst.




