Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Maskinmeistarar til Fossáverkið

(Hannefía Joensen)

Tvey størv sum maskinmeistari á Fossáverkinum eru leys at søkja.

Tað eina er eitt fast starv til setan skjótast gjørligt, hitt er eitt tíðaravmarkað starv til setan skjótast tilber og fram til 15. juni 2009.

Arbeiðið umfatar rakstur og hald av Fossáverkinum, bæði sum dagarbeiði og vaktarbeiði uttanfyri vanliga arbeiðstíð.

Á Fossáverkinum eru 2 turbinur uppá tilsamans 6,4 MW. Undir Fossáverkinum hoyra eisini hesi vatnorkuverk og vindmyllur, sum verða stýrd frá Fossáverkinum:

• Mýruverkið við einari turbinu upp á 2,4 MW

• Heygaverkið við einari turbinu upp á 4,8 MW

• Eiðisverkið við tveimum turbinum upp á tilsamans 13,4 MW
• Vatnturbinan á Strond upp á 1,4 MW

• 4 vindmyllur í Neshaganum upp á tilsamans 2 MW.

Talan er sostatt um tilsamans 7 vatnturbinuaggregat og 4 vindmyllur við einum samlaðum mátti upp á 30,4 MW.

Harafturat stýrir vakthavandi á Fossáverkinum býtið av framleiðsluni millum elverkini í meginøkinum, herundir eisini Sundsverkið og Strond (lastfordeiling).

Eisini er vakthavandi á Fossáverkinum koblingsleiðari fyri háspenningsanleggini í meginøkinum.

Tað er eitt krav, at tú hevur fulla maskinmeistaraútbúgving, t.v.s. víðkað maskinmeistaraprógv ella 3 ára maskinmeistaraskúlaprógv.

Starvið er lønt sambært sáttmála millum SEV og Maskinmeistarafelagið.

Lønin verður ásett eftir starvsaldri frammanundan, sum verður roknaður frá próvtøkudegnum, men er treytaður av fakliga viðkomandi arbeiði síðani tá.

Umframt nevndu løn kann roknast við vaktargjøldum og møguliga eisini úrtíðarløn.

Umsóknir
skulu saman við prógvum og møguligum ummælum verða sendar til:

Elfelagið SEV
Postrúm 319
FO-110 Tórshavn

Umsóknir skulu vera SEV í hendi í seinasta lagi mikudagin 23. apríl 2008.

Nærri upplýsingar
um starvið fáast við at venda sær til Pól Joensen, verksmeistara, á telefon 346800.