Univice er eitt spennandi og fjølment arbeiðspláss. Arbeiði fevnir í høvuðsheitum um maskinarbeiði umborð á skipum og virkjum. Umframt uppgávur innan rustfrítt stálarbeiði.
Førleikar
Viðkomandi útbúgving og royndir innan arbeiðsøkið. Royndir innan rustfrítt stálarbeiði er ein fyrimunur.
Starvið, løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru í samráð við Univice
Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Meira at vita
Ynskir tú fleiri upplýsingar ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jóhan Henrik, stjóra á tlf. 218590.
Felagið:
Univice var stovnað í 2010 og er ein maskinverkstaður í Runavík. Arbeiðsumráðið hjá Univice spennir víða, eitt nú:
- Umvæling og nýgerð av skipum og virkjum
- Framleiðsla og umvæling av glasfiburbátum
- Ráðgeving í samband við framleiðsluvirkir
- Framleiðslubúnaður úr rustfríðum stáli
Í løtuni starvast 26 fólk í fyritøkuni. Meira fæst at vita um felagið á www.univice.fo
Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo




