Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Matmarknaður á Mentanardøgum

Tíðindaskriv

Føroya einasti Matmarknaður fagnar heimliga tilfeinginum..Vit savna alt føroyskt tilfeingi innan matmentan á einum stað og geva møguleika at skilja, smakka, snakka og keypa

Føroya einasti Matmarknaður fagnar heimliga tilfeinginum..Vit savna alt føroyskt tilfeingi innan matmentan á einum stað og geva møguleika at skilja, smakka, snakka og keypa

Føroyskar rávørir til føroyskar gómar

Lekkur matur úr øllum Føroyum, rabarbusaft úr Kalsoynni – røtir, urtir og annað gott úr veltuni á Sandoy, viðskeri av Trøllanesi, makrelur við mosarella, marineraður laksur á spjóti, toskur, tari, ja alt frá hummarum til havhest.

Á torginum frammanfyri Mentanarhúsið 2. Sept frá kl 11-17

Marknaðurin er bæði ætlaður stórvinnu, smávinnu, einstaklingum og smærri sum størri átøkum og vit bjóða ein fjølbroyttan matmarkna við alskyns vørum og góðum brellbitum.