Tað ljóðar ógvuliga løgið, at landssjúkrahúsið nú skal hava orku til at gera matpakkar til øll tey útivið 7000 skúlabørnini í Føroyum.
Eitt er at ein bólkur kemur við einum slíkum hugskotið, men at ikki onkur klokka ringir hjá landsstýrismanninum tykist ógvuliga løgi.
Um vit hugsa okkum at 800 matpakkar hvønn dag skuldu komið í skúlagarðin í Klaksvík av landssjúkrahúsinum, so skuldi ivaleyst eitt stórt apparat vera sett ígongd, fyrst at fáa hesar matpakkar runt til øll børnini og ikki minst upptakið aftaná.
Okkum kunnugt er ongin kantina í skúlunum í Klaksvík og skuldu børnini so drigið allar hesar matpakkar í hvønn krók í skúlanum, so er lætt at fyristilla sær, at tað fór at vera stórarbeiði at taka upp eftir teimum.
Hinvegin hava vit ikki hoyrt annað enn at landssjúkrahúsið manglar pengar og at neyðugt hevur verið at stongja deildir fyri at fáa endarnar at røkka saman og tí stendur tað ikki sørt í andsøgn, at landssjúkrahúsið hevur ein so ótrúliga stóran yvirkapasitet at tað umframt at røkja sína skyldu sum sjúkrahús, eisini kann taka sær av matgerð til øll skúlabørn í Føroyum.
Ásbjørn Joensen sáli segði einaferð um tey trý sjúkrahúsini at: "Vit hava trý smá sjúkrahús í Føroyum, men trupulleikin er, at tað eina er vorðið ov stórt".
Tað, sum er rættuliga áhugavert í hesum margháttliga máli er eisini hvussu landssjúkrahúsið klárar at kappast við vinnuna á økinum.
Í Norðoyggjum hava vit fleiri køkar, ið eru førir fyri at gera matpakkar. Sambart tí sum fram er komið í málinum, skal prísurin á matpakkunum frá landssjúkrahúsinum ásetast eftir handilsligum prinsippum, tað vil við øðrum orðum siga at landssjúkrahúsið skal kunna leverað matpakkar í skúlanum á Viðareiði til somikið kappingarførar prísir, at eitt nú køkurin á Hotel Norð ongan kjans hevur.
Í tíðindunum mikudagin varð sagt, at um so var at farið var undir hesa framleiðslu á landssjúkrahúsinum, so skuldu arbeiðisfólk setast afturat har suðuri til at gera matpakkarnar til skúlabørnini á Viðareiði – kanska verður tað influtt arbeiðismegi, sum vera sett, tí prísirnir skulu vera kappingarførir.
Klárar landssjúkrahúsið hetta, at senda matpakkar til Viðareiðis og Sumba fyri kappingarførar prísir, so er landssjúkrahúsið komi heilt á skeiva hyll.




