Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mátt og Megi – hvør annar enn Jórun Mørkøre?

Oliver Joensen

 Við móttøku útí í Klaksvík í dag, lat Jórun Mørkøre upp egin venjingarhølir, har møguleiki hjá teimum, ið ætla sær at venja kropp og sál fáa nýggjar møguleikar.

Tað var Signhild Vilhelmsdóttir, ið klipti snórin til snotuligu hølini. Signhild segði mikkum annað, at Jórun gjørdist bakari sum 23 ára gomul, sjálvstøðug vinnurekandi í 99, í 2004 stóð kenda bakarí hennara í Klingrugarði klárt at taka í nýtslu. Nr. 1 í Fitness Føroyar í 2014, Ársins Megnarkvinna í 2013 og so fram. Jórun hevur verið ótrúliga virkin innan ymiskan ítrótt og allastaðni hevur hon verið í fremstu røð, hon spældi hondbólt, flogbólt, rann hálvmaraton og nr 1 í Natural Power Fitness 2014 í Danmark.

Hetta hevur hon millum annað á sínum v, segði Signhild Vilhelmsdóttir milum annað.

Tað sum Jórun og maðurin Kim fara undir, verður ikki gjørt hálvt, og tað kundu vit sanna, sum stukku inn á gólvið við móttøkuna ídag. Hølini vóru sera væl frágingin handverksliga og harafturat var stórur kreaivitetur lagdur í alt, ið inni var, litir spegl, gólv og loft saman við nýmótans amboðum, alt gekk upp í ein gimstein av einum venjingarhølum.

Vit ynskja Jórun hjartaliga tillukku við hølunum og góðan byr framyvir.