Nýggi venjarin hjá Víkingi sigur, at felagið fer at styrkja seg við tveimum nýggjum útlendskum leikarum, men annars verður orkan brúkt uppá, at menna yngru leikararnar í felagnum til at fáa størri leiklut á besta liðnum.
Víkingur skal í 2018 royna at vinna FM fyri triðju ferð á rað. Til hesa stóru uppgávu hevur felagið sett skotska venjaran Maurice Ross, sum tekur yvir eftir Sámal Erik Hentze, sum hesaferð valdi NSÍ framum Víking. 36 ára gamli Maurice Ross var venjari hjá TB/FC Suðuroy/Royn í fjør og kennir sostatt føroyskan fótbólt.
Støðan í løtuni
Maurice Ross sigur, at tað vera nakrar broytingar í hópinum.
– Vit hava mist Hans Paula Samuelsen, Sorin Anghel og Erling D. Jacobsen. Tað er enn ógreitt, hvussu verður við Fróða Benjaminsen, men vit vóna, at hann heldur fram. Til felagið koma tveir nýggir útlendskir leikarar, sum ikki hava spælt í Føroyum áður. Ein miðverji og ein álopskendur miðvallarleikari, sigur Maurice Ross við Norðlýsið.
Yngru leikararnir fáa møguleikan
Maurice Ross leggur dent á, at komandi ár fer felagið at leggja stóra orku í at menna yngru leikararnar í felagnum, so at hesir kunnu spæla ein størri leiklut á besta liðnum framyvir.
– Vit fara at leggja dent á okkara ungu leikarar í felagnum. Teir fáa møguleikan at koma á besta liðið, um teir vísa rætta hugburðin og skilja taktiska partin av fótbólti. Vit fara at venja í fýra vikur í Sarpugerði og síðani fara vit á venjingarlegu í Turkalandi. Har fara vit at arbeiða taktiskt og fysiskt. Eisini gevur tað ein góðan møguleika at koma betri at kenna yngru leikararnar og síggja, hvussu teir standa seg saman við leikarunum á besta liðnum. Eg komi eisini at hava tætt samband við Jóhan Petur Poulsen, sum venur næstbesta liðið, so at hann altíð veit, hvat vit venja á besta liðnum. Vit ynskja at víðka besta hópin og hava eitt felagsstev, sigur Maurice Ross við Norðlýsið.



