– Um vit eru primitivir, so eru 7-8onnur lið tað eisini. Tað sigur Maurice Ross.
Nýggi venjarin hjá TB/FC Suðuroy/Royn,Maurice Ross, hevur fingið góð úrslit fyrstu tíðina hjáfelagsliðnum. Men eitt sum gongur aftur ofta, tá mótstøðuliðinitosa um stílin hjá suðuroyingum er, at teir spæla so primitivanfótbólt. Tað gevur eina skeiva mynd, heldur venjarin hjásuðuroyingum.
– Eg havi eggjað øllum at koma tilmín og siga, at TB/FC Suðuroy/Royn spælir primitivan fótbólt. Tíeg havi júst sæð KÍ gyppað langar bóltar í 90 minuttir. Um vitspæla primitivan fótbólt, so spæla KÍ og Víkingur eisiniprimitvan fótbólt, tí eg havi sæð teirra dystir. Ikki siga, atmítt lið spælir primitivt, tí næstan øll lið í Føroyum spælasoleiðis. NSÍ spælir øðrvísi og kanska B36. Eg hoyri, at fólksiga, at vit eru eitt primitivt lið. Eg eri ikki samdur, segði Maurice Ross við Norðlýsið eftir dystin.
– KÍ gyppaði í 90 minuttir. Egspurdi mínar leikarar eftir dystin, nær teir seinast høvdu havttamarhald á KÍ í 90 minuttir og teir søgdu, at tað høvdu teirongantíð, segði venjarin sum helt, at ein 1-1 javnleikur hevðiverið eitt rættvíst úrslit.
Mikudagin er longri samrøða viðvenjaran hjá TB/FC Suðuroy/Royn, sum av álvara er við til at setalit á føroyskan fótbólt og ikki er bangin fyri at siga sínameining.




