Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Maverick stuðlar Skopunhagen

Danial Viðoy

G!: Skopunhagen mugu vera kendastu tjaldararnir á G!. Tað er fjórða árið á rað, at teir tjalda undir hesum navninum. Klaksvíkingurin Heri Signar Nolsøe er partur av hesum toyminum. Maverick er høvuðsstuðul teirra.

Vælumtókta barrin, Maverick, úr Klaksvík er orduliga úti um seg. Í gjár stuðlaði barrin við øli til Pubquiz’ina, ið Skopunhagen skipaði fyri. Tað fortelur Heri Signar Nolsøe fyri Norðlýsinum.

Umframt spurnarnkappingina, stuðlaði Maverick eisini við øli til øl-stafettina, ið Skopunhagen eisini skipaði fyri.

– Tað er ein góð íløga hjá Maverick, at stuðla Skopunhagen, fortelur Heri Signar Nolsøe, tí vit eru eitt kent tjaldingartoymi eftir hondini. Og tað eru nógv fólk, ið hava fingið gagn av stuðlinum frá Maverick.

– Og eitt afturat, sigur Heri: TAKK MAVERICK FYRI DYGGAN STUÐUL!!