Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

MB bleiv trýst til at taka uppskotið aftur

Jákup Ósá

Hví tók nevndin hjá MB avgerð um at taka uppskotið aftur um at stilla Høgna í Stórustovu upp til forsetavalið í FSF?

Hví tók nevndin hjá MB avgerð um at taka uppskotið aftur um at stilla Høgna í Stórustovu upp til forsetavalið í FSF?

In.fo hevur verið í samband við nevndina hjá MB og har er greitt, at tað er trýst uttanífrá, sum hevur fingið felagið til at tikið uppskotið aftur.

Sambært nevndarumboðum í MB, so var tað ikki ónøgd við FSF ella sitandi forsetan, sum fekk MB at verða stillari hjá Høgna í Stórustovu, men tey hildu tað verða rætt, at ein demokratiskur felagsskapur hevði eina kapping um forsetasessin.

– Vit hildu tað var gott, at meir enn ein bjóðar seg fram, men tað var uttanhýsis trýst, sum gjørdi, at vit valdu at taka stuðulin aftur, ljóða útmeldingin frá nevndini í MB. Tí trektu tey seg sum stillara hjá Høgna í Stórustovu, skrivar in.fo.

Seinastu tíðina er tað komið fram m.a. í Sosialinum, at lógin greitt loyvir einum og hvørjum limafelagi í FSF at stilla ein og hvønn upp til starvsnevndarval, ið lýkur krøvini í grein 32 stk. 4: Limirnir í Starvsnevndini skulu ikki vera eldri enn 70 ár. Limirnir skulu hava verið virknir innan fótbólt og skulu ikki hava verið funnir sekir í brotsverki og hava bústað í Føroyum.

Men í praksis er mannagongdin ein onnur, har feløgini hava innanhýsis avtalur um, hvussu stillast skal upp og hvørji feløg eiga tørn til at stilla umboð upp.