Leygardagin 23. september kl. 16.00, verður hildin ein MC-gudstænasta í Christianskirkjuni í KLaksvík.
Tað er aðru ferð í ár, at ein tílík gudstænasta verður hildin. Tann fyrra varð hildin í Vesturkirkjuni í Havn í februar mánað, og vóru tað longu eftir hesa fleiri ynski um at endurtaka tiltakið. Nú ferðasambandið er so gott norðureftir, er tí avgjørt at royna Klaksvíkina á hesum sinni. Tað er felagið Holy Riders MC Føroyar, ið skipar fyri, og gudstænastan er sjálvandi almenn, og eru øll hjartaliga vælkomin at vera við.
Tað er vorðin siðvenja, at tey ymsu MC-feløgini í Føroyum nú skipa fyri ymiskum tiltøkum alt summarið, og nógv hevur verið fyriskipað í ár. Hevði veðrið verið betur, hevði ivaleyst mangt annað, sum er á skránni hjá feløgunum verið avgreitt, men soleiðis er tað nú einaferð, tá veðrið má sær ráða fyri teimum møguleikum, ið eru.
Ferðaskrá
Leygardagin 23. september seta øll MC-fólk í landinum sær stevnu norður til Klaksvíkar. Eftirsum presturin Ólavur Rasmussen, ið skal prædika kemur úr suðri, er væntandi at limir úr Storm Boys eisini verða við. Komnir norður til Havnar, verður farið frá Shell-støðini við Ringvegin kl. 10.00 norðureftir. Eftir stuttan steðg við Shell-støðina við Streymin, har uppsamling verður við Eysturoyar MC-felag, verður farið um Eiðisskarð til Shell-støðina í Gøtu, har aftur uppsamling verður við Norðoya MC-felag, og síðani verður koyrt beinleiðis til felagshølini við Shell-støðina í Klaksvík.
Grillparty, undirhald og gudstænasta
Uml. kl. 13.00 verður skipað fyri grillparty á havnaøkinum, har m.a. eisini ymiskt undirhald, sum nú einaferð MC-fólk kunnu finna uppá eisini verður. Kl. 15.30 verður felagskoyring runt Klaksvíkina, og síðani farið beinleiðis til gudstænastuna, ið byrjar kl. 16.00. Parkerað verður við Klaksvíksvegin á parkeringsøkinum niðanfyri kirkjuna. Motorsúkklurnar hava framíhjárætt til hesa parkering.
Tað verður Ólavur Rasmussen, prestur, ið sjálvur er virkin MC-koyrari, ið kemur at prædika, og harumframt verða eisini ymsar aðrar kendar sangkreftir, ið koma at luttaka.
Tað verður eisini høvi at geva eina peningaliga gávu til framhaldandi útgávur av vælkendu Biker-Bíbliuni, har talvan verður sett upp úti í forkirkjuni til hetta endamál. Eisini verður ein framsýning av øðrum útgávum hjá bíbliufelagsskapinum Bibel for the nations, eins og Biker Bíblur ókeypis verða býttar út saman við felagsblaðnum POWER, sum Holy Riders í Norra geva út
Øll eru vælkomin
Tað er at fegnast um, at MC-fólk soleiðis taka seg saman og byrja og enda koyriárið við at fara í hús Guds. Tað hevur sera stóran týdning at geva seg undir Guds leiðslu og soleiðis kenna Hansara varðveitslu, tá koyrt verður.
Øll eru hjartaliga vælkomin til gudstænastu.




