Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Meðan Klaksvíkin flytur seg…

Oliver Joensen

Norðlýsið 12.09.08 skrivar um politikarar í dvala stutt undan býráðsvalinum 11. novembur. Leiðarin rør eisini uppundir um borgararnir fara at skipa seg í áhugabólkar…

Norðlýsið skrivar í “leiðaranum” 12.09 um nøkur nýggj rák í tíðini, sum kunnu hava ávirkan á politiska leikvøllin undan valinum. Eitt av hesum er tørvur á skipan av áhugabólkum. Hetta mál tók Jan Søndergaard, proffesari, upp á fundi um býarætlanina 3. juli, uttan at hetta varð viðgjørt.
Um tað eru flokkar, listar, áhugabólkar ella einstaklingar, sum umboða áhugamálini hjá borgarunum framyvir, er tað umráðandi at fara til verka áðrenn, undir og aftaná valið við tí fyri eygað at byggja á henda nýggja veruleika: Føroyar eru eitt valdømi, sambandið til meginøkið er gott og við hesum er grundarlagið fyri at velja, hvar og hvussu ein vil brúka sína frítíð og arbeiðstíð eisini broytt. Við støði í hesum veruleika eigur kjakið undan býráðsvalinum tí at snúgva seg um:
• Hvørji krøv stilla borgarar til tey sum stilla upp til valið
• Hvussu tryggja borgararnir at áhugamál teirra verða framd

At rað- og staðfesta
Hóast skotbráið er stutt, meini eg avgjørt, at í norðoyggjum átti at verið skipaðir áhugabólkar, sum kunna arbeiða partapolitiskt og átrúnaðarliga óheftir. Hesir kunna virka fyri at ávís mál verða lýst í almenna kjakinum, og um umstøður loyva tí, kunnu mál verða framd í tráð við yvirskipaðum ætlanum. Umráðandi er eisini at halda seg til eina meginreglu, til tess at skapa umstøður fyri hugburði, sum rúmar spírum frá farnari og nýggjari tíð og nýhugsan.

Av tí at tað eru tær skapandi kreftirnar í hvørjum menniskja, sum vísa okkum á ríkidømi í mentanini, eiga hesar at vera berandi bjálkin í einum slíkum framtaki.
Arbeiði í áhugabólkum kann vera við til at borga fyri eini leiðslu í komandi setu, sum í størri mun kunnar um raðfestingar og í tráð við hesar – sum frálíður – staðfestir í hvønn mun peningurin verður brúktur innan skúla- og mentanarøki, vinnuøki, heilsuøki osfr.

Eitt gott umdømi
Eftir summarfestivalin, sjómannadagin og 100 árahaldið hjá Klaksvíkar kommunu er tað nakað jaligt yvir heystarlotinumum. Vit kunnu gleðast um nógv, hugsa jaligt um møguleikarnar og møta nýggjum avbjóðingum “á sama hátt, sum Fípan hin fagra í kvæðinum tók øll á bóli við sínum vakurleika, sínum dirvi og sínum skynsemi – sum Helena Dam á Neystabø tók til í røðu síni 17.august.

Við Klaksvíkar søgu 1.bind eftir Hans Andriasi Sølvará, hevur Klaksvíkar kommuna latið íbúgvum sínum upp í hendur eisini at bera tað skrivaðu søguna. Og við standmyndini Fípuni Føgru, hjá Hans Paula Olsen, verður Klaksvíkin borin inn í heimin, har tær skapandi kreftirnar seta ting, har mentanin endurspeglar sín uppruna, har frælsið í víðastu merking rúmast.
Jú, nógv bendir á at Klaksvíkin flytur seg…

Heilsan
Jógvan Andrias Joensen