KÍ kvinnurnar gjørdu eitt bragd ídag, tá tær megnaðu at halda skansan ímóti ZFK Shkiponjat úr Makedonia.
Tað er ikki bara sum at siga tað, at spæla fótbólt í 90 minuttir í 45 hitastigum. Men hóast ógvusliga hitan, so megnaðu KÍ kvinnurnar at halda skansan í Europa Cup dystinum ídag. Úr Makedonia frætta vit, at KÍ kvinnurnar vóru klárt betra liðið allan fyrra hálvleik, men ógvusligi hitin gjørdi seg galdandi í seinna hálvleiki.
Samanumtikið kann sigast, at KÍ kvinnurnar áttu fyrra hálvleik, ímeðan Makedonska liðið var betur í seinna hálvleiki.
1-1 var endaliga úrslitið og tá málmunurin verður tikin við, enda KÍ kvinnurnar beint frammanfyri Makedonska liðið í Uefa kappingini.
Framvegis 1-1 í Makedonia
Tað stendur á gomlum nøglum hjá KÍ kvinnunum. Makedonia hevur júst havt eitt brotsspark.
Tað var um reppið at Makedonia kom á odda í seinasta Uefa Cup dystinum. Makedonia fekk brotsspark ímóti KÍ kvinnunum og fyrstu ferð skotið varð, varð skotið langt uppum málið, men dómarin metti at Randi Wardum hevði flutt seg áðrenn skotið varð og dømdi at brotssparkið skuldi skjótast umaftur og seinnu ferðina skjeyt makedoniski leikarin aftur uppum, so støðan er 1-1 framvegis.
So var støðan 1-1 í Makedonia
Eftir eina verjufadesu hjá KÍ kvinnum, fekk Makedonia eitt mál nú umleið 25 minuttir eru leiktir av seinasta Europa Cup dystinum.
Tað sá út fyri mær, sum um at hornasparkið hjá Moldovia fór beinleiðis í málið hjá okkum, sigur heimildarmaður okkara í Makedonia.
Ógvusligi hitin hevur sína ávirkan og hóast KÍ kvinnurnar stýrdu dystinum í fyrra hálvleiki, so hevur staðið á riparanum tað sum farið er av seinna hálvleiki og onki er at ivast í at hitin ger sítt.
KÍ kvinnurnar frammanfyri 1-0 í hálvleikinum.
Seinni hálvleikur í Makedonia er júst byrjaður ímillum KÍ og Makedonia og heimildarmaður okkara sigur, at KÍ-kvinnurnar hava átt fyrra hálvleik.
Peter Simonsen úr Makedonia sigur, at KÍ kvinnurnar hava átt allan fyrra hálvleik og eru á odda 1-0. Verjan hjá KÍ liggur sera frammalaga tí Kí leggur trýst á, men hetta ger eisini at Makedonia hevur havt eini tvey kontraálop, sum Randi Wardum tó hevur tikið.
KÍ kvinnurnar á odda 1-0
Maria Ziskasson hevur lagt Kí kvinnurnar á odda í Makedonia nú góður hálvur tími er leiktur.
Tað gongur væl hjá KÍ kvinnunum ímóti ZFK Shkiponjat úr Makedonia. Heimildarmaður okkara sigur, at Kí hevur havt tak á spælinum og tá umleið 40 minuttir vóru leiktir av dystinum sendið Malena Josephsen ein bólt inn til Mariu Ziskason, sum hegnisliga setti bóltin í netið til støðuna 1-0 til KÍ ímóti Makedonia.
KÍ kvinnurnar hava lagt væl út
Í Makedonia leika KÍ og Makedonia dyst í bestu kvinnudeildini og heimildarmaður okkara sigur at okkara kvinnur hava lagt væl út.
Sum sagt, so eru liðini sum ídag spæla í Makedonia styrkismett á nøkunlunda sama støði og tað sæst aftur í leikgongdini. KÍ hevur skipað seg meira offensivt og tá vit tosaðu við heimildarmann okkara vóru 5 minuttir leiktir og tað sá gott út. KÍ kvinnurnar høvdu bóltin meira, men hitastigini eru ímóti okkum, tí tey liggja um 40 hitastig.
KÍ kvinnurnar fara á vøllin kl. 16.00
Úr Makedonia frætta vit, at uppleggið til dystin ídag verður meira offensivt og vit rokna við einum tøttum dysti.
Seinasti dysturin hjá kvinnunum hjá Kí verður ídag kl. 16. Vit frætta úr Makedonia at uppleggið verður meira offensivt 4-4-2 ístaðin fyri 4-5-1, sum liðið hevur spælt higartil. Orsøkin er at liðið úr Makedonia og Føroyar eru styrkismett nøkulunda eins og at Makedonia hevur tapt báðar sýnar dystir 4-1 ímóti Moldova og 6-0 ímóti Sveis.
Sagt verður frá heimildarmanni okkara, at tað verður Maria Ziskasson, sum kemur inn fyri Rannvu Andreassen, sum fekk tvey gul kort í seinasta dystinum. Annars stendur væl til í føroyska hópinum, ongir ógvusligir skaðar eru at dragast við, men framvegis er hitin ímóti okkum. Tá vit tosaðu við heimildarmann okkara fyri stuttaru løtu síðuni, varð sagt at hitastigini lógu um 40 og roknast kann við at hitin ídag kemur upp ímóti 50 hitastigum tá leikt verður.




