Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Meinard Joensen dagsins hetja

John William Joensen

Tað var ikki vantandi at KÍ fór at gera nakað við oddaliði B36 í Gundadali, men Kìararnir stríddu seg til eitt stig

Tað vóru nakrir avgjørdir KÍ leikarar sum møttu til dyst í Gundadali. Hóast uppgávan tykist ógjørlig, so vóru menn á einum málið um at tað var møgulit at sifta oddaliðnum, men kravið var at teir ikki fingu mál.
Taktiska uppleggið hjá venjaranum var eisini at hava nógv fólk á miðvøllinum og so koyra upp á skjót og beinleiðis kontra álop.
Uppleggið eydnaðis partvíst tí hóast KÍ liðið virkaði sera væl í verjustøðuni so kom liði ikki til teir avgerandi møguleikarnar.

Meinhard Joensen
Undan dystinum var greitt at KÍ málverjin fór at hava stóran týdning tí einki mál skuldi inn, og Meinhard livdi fult upp til hendan setning hóast hann undan dystinum í nakrar dagar hevur drigist við argandi forkølisið.
Hann hevði fleir stórbjargingar og serliga mann móti manni var hann sterkur.
Hann var eisini heiðraður av KÍ áskoðarunum eftir dystin, tá hann kom inn í salongina umborð á Ternuni. Ákoðarnir klappaðu í viðurkenning fyri ein góðan dyst hjá KÍ málverjanum.

Burdi vunnið
Hóast KÌ lá langt afturi á vøllinum, og tí ikki megnaði at koma fram til kontramøguleikar, so kundi KÌ vunnið dystin tá Símun Joensen kanónaði bóltin á steingina hjá Jákup Mikkelsen.
Skotið var somikið gott at tann ísafrysti B36 málverjin ongan møguleika hevði at bjarga. Men tíverri stakk bólturin út í spælið aftur og tí endaði dysturin eisini málleysur.