Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Meinhard fær venjing í Fraklandi

John William Joensen

Meinhard Joensen fær venjing saman við landsliðnum í Belfort í Fraklandi hesa vikuna

Føroyska A-landsliðið fór sunnudagin til Fraklands at fyrireika seg til møtumikla dystin móti fronsku varaheimsmeistarunum. Dysturin verður spældur í lítla býnum, Sochaux, mikukvøldi kl. 21. Við í hópinum eru tveir KÍ-leikarar, Atli Danielsen og Meinhard Joensen. Tað er framvegis gott summarveður í miðevropa og hitin í eystur Fraklandi liggur um 20 stig.