Fyrrverandi 1. deildarmálverjin hjá KÍ, Meinhard Joensen, var fyri fyrstuferð síðan kappingarlok 2002 aftur á vøllinum í gjárakvøldi.
Meinhard hevur síðani kappingarárið 2002 havt stórar trupuleikar við rygginum. Hetta hevur forða honum at spælt fótbólt, men í gjár sóu vit KÍ-kempuna aftur á vøllinum.
– Tað eru góð tíðindi fyri KÍ um Meinhard nú aftur kann venja við fullari megi, sigur KÍ venjarin Ovi Flindt Bjerg í stuttari viðmerking.




