Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Meinhard Petersen settur sum stjóri í Klaksvíkar Havn.

John William Joensen

– Eg fegnist um møguleikan og fari miðvíst at arbeiða við at selja Klaksvíkar Havn, sigur Meinhard Petersen sum nú er settur sum stjóri.

– Vit hava arbeitt við bygnaðarbroytingum seinastu tíðina og sum øllum kunnugt søktu vit eftir nýggjum Havnastjóra. Men so kom kreppan og vit valdu at bíðja við at seta starvið, men fyri kortum avgjørdi býráði eftir tilmælið frá Havnanevndini at seta Meinhard Petersen í starv, sum nýggjan stjóra í Klaksvíkar Havn, sigur Atli Justinusen, formaður í havnanevndini.

Meinhard Petersen hevur arbeitt sum Havnafúti seinastu seks árini.

– Vit hava valt eina innanhýsis loyns og vit eru sera fegnir um at Meinhard tók av – tí uppgávan sum stendur fyri framan er sera umfatandi og tað skal eitt stórt søluarbeiði gerast.

– Útlitini síggja positivari úti og meira aktivitetur er vantandi komandi tíðina, sigur Atli Justinusen, formaður í Klaksvíkar Havn.

Hevur stórar ætlanir
Meinhard Petersen sigur at hann tók av tilboðnum, tí hann heldur at talan er um eina sera spennandi avbjóðing.

– Tað er sera spennandi at verða við til at mynda Klaksvíkar Havn. Serliga farið eg at leggja dent á at selja Norðhavnina og her eru fleiri góðir møguleikar at fáa hendur á stórum skipnum.

– Seinastu vikurnar hevur nógvur aktivitetur verið har norðuri og tað eru altsamt fleiri sum sýna havnini størri ans.

– Vit hava lagt eina ætlan fyri hvussu vit skulu marknaðarføra Havnina og ætlanin umfatar eisini størri ferðafólkaskip og farmaskip.

– Tá býurin bleiv raktur av fíggjarkreppuni steðgaðu øll arbeiði – her undir liðugtgerðin av Norðhavnini, men ætlanin er eisini at fáa hetta arbeiði frá hondini.

– Umráðandi er at vit framhaldandi menna umstøðurnar hjá vinnuni í Klaksvík, sigur nýggi havnastjórin tá vit hittu hann á málið fyri løtu síðan.

Í Klaksvíkar Havn starvast tríggir havanfútar á skiftandi vaktum og harafturat er eitt starvsfólk, sum hevur við umvælingar at gerða.