Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Meinhard vandi saman við 1. deild

(
John Færø)

Væl kendi málverjin hjá KÍ, sum eisini hevur verið onkran túrin á landsliðnum, Meinhard Joensen, var fríggjakvøldið við í venjingunum hjá 1. deild, sum fyrireikaði seg til landskappingardystin ímóti FS Vágum her í Klaksvík sunnudagin.

Meinhard Joensen, sum seinasta vetur fekk trupulleikar av pínu í rygginum, er framvegis ikki sloppin av við hesar trupulleikarnar.

Hann hevur tí ikki gjørt nakað við fótbóltin, síðani hann fyrr í ár fór uttanlands í lestrarørindum.
 
Meinhard hevur tó ikki mist hugin og mótið um, at hann einaferð aftur fer at kunna spæla fótbólt seriøst, og hann lat eisini sera væl at eftir venjingina saman við 1. deild fríggjalkvøldið.
– Hetta var deiligt at vera við aftur, segði Meinhard, sum altso framvegis ikki er byrjaður aftur at venja seriøst sum málmaður.