Landsliðsleikarin vandi við Djúpumýrar í kvøld.
Meinhard E. Olsen hevur einki felag til 2025 eftir, at sáttmálin gekk út í Mjøndalen í næstbstu norsku deildini. Hann bleiv valdur til ársins leikara í felagnum. KÍ og NSÍ hava sum skilst víst stóran áhuga, men tað hevur og er kanska enn eisini ein stórur møguleiki fyri, at hann heldur fram at spæla uttanlands.
Tá KÍ í kvøld hevði venjing fyri leikarar, sum halda seg í gongd, var Meinhard E. Olsen ein av leikarunum, sum vandu við. Okkum er upplýst, at hetta skal ikki síggjast sum, at hann hevur gjørt avtalu við KÍ, men at hann venur við fyri at halda seg í gongd.
Men hetta er kanska eisini eitt tekin um, at samband er millum Meinhard og KÍ. Og at møguleiki kanska er fyri, at Meinhard fer at spæla í KÍ, um hann ikki fær eitt tilboð uttanlands, sum hann er betri nøgdur við.



