TB leigar málverjan frá KÍ til komandi dystir.
TB møtir komandi vikuna ÍF á heimavølli og Skála á útivølli.
TB skrivar soleiðis:
Hóast vit skrivaðu, at til dystin ímóti ÍF skuldi Frederik Mehder aftur í málið, so er hann framvegis darvaður av skaðanum eftir KÍ dystin, tá ein ikki serliga umhugsin KÍ’ari endar við at sparka okkara málmann beint í høvdið.
Meinhardt Joensen hevur verið ein dyggur stuðul og leigan av honum er nú longd til komandi tveir dystirnar.



