Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Meinhardt Joensen hevur stongt málið

Jákup Ósá

Neyvan nakar málverji hevur eins sannførandi hagtøl at vísa á í Effodeildini í ár sum royndi KÍ málverjin, sum seinastu dystirnar hevur vunnið sær pláss á liðnum.

Meinhardt Joensen spældi fyrsta landskappingardystin í ár móti Skála, tá Kristian Joensen ikki var komin yvir skaðan, sum hann fekk í vetur. Síðani spældi Meinhardt aftur tríggjar dystir í summar, móti ÍF og báðar dystirnar móti AIK. Kristian Joensen tók so plássið aftur, men bleiv aftur skaddur til ÍF dystin fyri 4 umførum síðani. Síðani tá hevur Meinhardt vart KÍ málið. Sostatt hevur Meinhardt spælt 8 dystir í ár og hildið málið reint í 6 av dystunum. Harav er einki mál farið ígjøgnum seinastu fýra dystirnar og tað ger, at KÍ er liðið í Effodeildini, sum hevur latið fæst mál ígjøgnum.

Meinhardt Joensen hevur sostatt spælt 8 dystir í ár:

KÍ-Skála 0-0

ÍF-KÍ 1-4

KÍ-AIK 0-0

AIK-KÍ 5-0

KÍ-ÍF 4-0

KÍ-EB/Streymur 6-0

Víkingur-KÍ 0-0

KÍ-HB 0-0

Dystur: 8

Hildið málið reint: 6