KÍ hevur mannað málmanshópin til 2022. Tað kunngjørdi felagið fyrr í dag.
Fyri nøkrum vikum síðani gjørdist greitt, at málverjin, Kristian Joensen, hevur valt at skifta til EB/Streym. Tað merkti, at KÍ skuldi hava nýggjan málverja.
Og nú er hesin komin uppá pláss. Talan er um sera royndan málverja, sum eisini er sera kendur í KÍ. Tí tað verður 42 ára gamli klaksvíkingurin, Meinhardt P. Joensen, sum kemur í málmanshópin afturat ársins málverja í 2021, Mathias Rosenørn. Meinhardt var partur av KÍ í fleiri ár, men gavst eftir kappingarárið 2020. Nú tekur hann gaggurnar fram aftur.
– Eftir at hava fingið fyrispurning frá Mikkjali og hugsað meg um í nakrar dagar, so havi eg valt at taka av hesari avbjóðingini. Eg havi leysliga vant til eitt Marathon, sum tó bleiv avlýst vegna koronu, so formurin er á eini leið. Eg skal bara broyta venjingina nakað og annars taka eitt ordiligt tak fyrstu mánaðirnar, men tað eri eg ikki bangin fyri, so tað skal nokk ganga, sigur Meinhardt P. Joensen við Norðlýsið.
Meinhardt er skrásettur fyri 334 landskappingardystir í bestu deildini sambært FaroeSoccer.



