At hava ein búskap ið byggir á okkara tilfeingi í sjónum er náttúrligt, tað er tó ómetaliga umráðandi at vit altíð leggja okkum eftir burðadyggari veiðu, so komandi ættarlið eisini kunna troyta ríkidømi ið er okkum givið í framtíðini. Inntøkur frá brúksgjaldi av ognini hjá øllum Føroyingum sum fiskurin í sjónum er, hetta eigur so innlýsandi at koma øllum Føroyingum til góðar t.d. við at lætta avgjalds og skattatrýst. Hetta er altavgerandi at fáa framt í samráð við servitanina í landinum. Vinnan skal eisini kunna rekast við vinningi og virðisøkingin av tilfeinginum er ein náttúrligur leistur at leggja seg eftir vinnuliga og politiskt. Hetta snýr seg um at vit Føroyingar noyðast at seta kós fram ímóti eini framtíð har vit hava eina vælvirkandi vinnu við størri avkasti til Føroya fólk.




