Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

MEIRA LÍV Í BÝIN

Oliver Joensen

Dansistað, matstova, veitsluhøll, hetta er nøkur av teimum nýggju støðum, ið kundu veri komin hesi seinastu árini, um kommunan hevði raðfest eitt sindur annaleiðis.

Tað liggja fleiri umsóknir í kommununi, um at fáa grundøkir, so sleppast kann í gongd við at byggja. Havi sjálvur havt umsókn inni síðan maj 2006, har eg havi biðið um grundøki at byggja eitt dansistað, seinast eg hoyrdi nakað frá Klaksvíkar Kommunu var 26. november 2006 og tað er langt úti. Sama er galdandi fyri fleiri onnur, sum hava havt ynskir um at gera býin eitt sindur lívligari, men av einari ella aðrari orsøk, hevur hetta ongan áhuga hjá sitandi býráð.

Hví skal allur okkara ungdómur til Fuglafjarðar ella til høvðusstaðin í dans, er tað ikki nógv betur, at hann er í býnum???. Minnist fyrr í tíðini, tá hevði Klaksvíkin trý støð, har ungdómurin kundi dansa, men nú hevur ungdómurin einki dansistað.
Hetta er nakað, ið komandi býráð eigur at arbeiða seriøst við, tað kostar komununi ikki tað stóra. Kommunan skal jú selja stykkini til tey sum ynskja at byggja, tað er jú uppgávan hjá Klaksvíkar Kommunu at skapa karmar fyri fyritøkur og einstaklingar.

Til allan ungdómin, ynskja tit dansistað í Klaksvík, so er vali hjá tykkum einkult tann 11. november og tað er at velja einasta politikkaran, sum hevur stríðst fyri, at fáa dans fyri tey ungu aftur til býin.

Jan Gardar

Valevni fólkafloksins