Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Meira útróður – síggja væl av lomviga

Oliver Joensen

Úr Hvannasundi hava vit frætt frá Brandi, Janus, Sørensen, skipari sigur, at teir hava 6.600 pund í dag, umleið 2.600 pund eru toskur. Toskaprísurin var so sum so í morgun, men hýsuprísurin var í topp. Hetta helst tí mangul upp á hýsu hevur verið á skotska marknaðinum.

Anru avreiddi 44.500 pund í morgun, umleið 31.000 pund høvdu toskaskræðu. Janus Rein, reiðari sigur, at Anru hevur verið úti í 5 dagar hendan túrin. Hann sigur eins og Janus Sørensen, at toskaprísurin var eitt sindur skuffandi, men hinvegin bjargaði góði hýsuprísurin túrinum. Veðrið hevur verið vánaligt her hjá okkum, í Íslandi og Noregi eisini, so tørvur hevur verið á hýsu á Skotska marknaðinum.

Bragd hevur um 8.000 pund inni, Oddmar Niclasen, skipari sigur, at umleið 2.500 til 3.000 pund av veiðuni er toskur.

Oddmar sigur, at teir sóu nógvan lomviga, nú teir sigldu inn í dag. Vit vóru einar 10-12 fjórðingar norður úr Kallinum og á heimtúrinum sá eg í hvussu so er tveir flokkar við eini 10-12 lomvigum í, og harafturat fleiri ferðir eina og tvær allan vegin inn.

Janus Sørensen á Brandi segði eisini, at teir sóu lomviga norðanfyri. Eg tosaði við Gundur á Anru í gjárkvøldið, hann segði eisini frá at teir sóu lomvigu vestanfyri.