“Vit hava skrivað undir eitt skjal, har Nýtt Sjálvstýri fær borgarstjóran, Javnaðarflokkurin fær varaborgarstjóran og Tjóðveldi fær formanssessin í einari nevnd.” Tað sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík.

“Hetta er tað einasta, sum er avtalað, og vit fara á fund klokkan 10, fyri at fáa restina uppá pláss,” sigur hann.
Tíðindi hava ljóðað um, at Fólkaflokkurin hevur bjóðað Javnaðarflokkinum borgarstjórasessin, um flokkurin vil koma í samgongu við teimum, men tað hugsar Jógvan Skorheim ikki so nógv um.
“Tað er natúrligt at Fólkaflokkurin roynir at sleppa við í eina samgongu, og verður mann snýttur, so verður mann snýttur, men vit hava havt eitt sera gott samstarv við Javnaðarflokkin í farna valskeiði,” sigur hann.
Sera væl nøgdur við valið
Jógvan Skorheim sigur við Norðlýsið, at valúrslitið í Klaksvík var munandi betri hjá Nýggjum Sjálvstýri, enn hann hevði roknað við.
“Málið hjá mær var at fáa einar 420 persónligar atkvøður, so flokkurin kundi fáa tað fjórða umboðið, men vit fóru langt uppum tað,” sigur hann.
Enn er ikki avgjørt, hvar fundurin verður, sum byrjar klokkan 10.