Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Meirilutin stýrir í blindum

John William Joensen

– sigur Eyðgunn Samuelsen sum ongantíð áður hevur upplivað ein býráðsmeiriluta, sum hevur sýnt so lítlan samstarvsvilja við restina av býráðnum, sum hóast alt umboðar eina helvt av borgarunum í Klaksvík.

– Eg skiljið ikki arbeiðsháttin hjá meirilutanum í býráðnum, men vóni at hann botnar í tí at tey sum manna meirilutan eru eru flest øll nýggj og óroynd í býráðsarbeiði, sigur Eyðgunn Samuelsen, sum í mong ár hevur verið býráðslimur í Klaksvík, umframt at verða tinglimur eisini eitt skiftið sat sum formaður í fíggjarnevndini hjá løgtinginum.

Samstarv tvørtur um flokksmørk
Eyðgunn Samulsen greiður frá at seinastu átta árini hevur býráðsarbeiðið verið merkt av samstarvi- hóast allar avgerðir ikki altíð vóru tiknar í fullari semju. 

– Í dag er bara ein býráðlimur á muni millum minnilutan og meirilutan og tí skuldi ein trúð at tørvur var fyri breiðum samstarvi, men so er ikki.

– Seinastu átta árini var býráðsmeirilutin munandi størri, tí tá sótu bara fýra býráðslimir í minnilutanum – men tey vóru tikin við tá fundast varð um íløguraðfestingar og arbeiðið við at gerða fíggjarætlan. 

– Í dag sita seks meira ella minni óroynd fólk á einum lukkaðum fundi og taka allar avgerðir uttan um minnilutan í býráðnum, sum fullkomiliga er skorðin burtur frá ávirkan. 

– Jú fleiri eru við í einum orðaskifti jú meira litað verður orðaskiftið – málini verða lýst frá fleiri síðum og tá er møguleikin fyri at finna haldbarar loysnir nóg størri og tú fært samtykt málini í býráðnum við stórum meiriluta. 

– Í løtuni verður alt trumla ígjøgnum av seks persónum, sum eru vald av helvtini av borgarunum í Klaksvík og tað kann ikki verða rætt.

Nýggir upplýsingar
Eyðgunn Samuelsen sigur at í samband við skerdu játtanina til Atlantis, eru eisini nýggir upplýsingar komnir fram sum sjálvt limir í meirilutanum einki vitstu um. 

– Í opnum brævi til borgarstjóran gjørdi leiðarin í Atlantis frá hvørjar skyldir býráðið hevur í Atlantis og hvørjar avtalur eru gjørdar. Fleiri av hesum upplýsingum vóru púra ókendir fyri býráðslimir og vóru als ikki við í viðgerðini í býráðnum. Harafturat hevur leiðslan í býráðnum okkum kunnugt – als ikki tosað við leiðslurnar í sjálvsognarstovunum um tey inntriv sum tey seks í býráðsmeirilutanum arbeiddu við at gerða.

Neyðugt við sparingum
Eyðgunn Samuelsen sigur at øll skilja at neyðugt er at finna sparingar men arbeiðshátturin, sum sitandi býráðsmeiriluti hevur víst er sera óheppin. 

– Í løtuni verða øll mál trumlaði ígjøgnum av seks persónum og vit sum mannað minnilutan í býráðnum og umboða helvtina av borgarunum í Klaksvík verða hildin burtur frá allari ávirkan. Hetta gagnar ongum og tað má verða tí at meirilutin er settur saman av persónum sum eru politiskt óroyndir – tí eg kann ikki trúgvað at hetta verður gjørt – tí tey ynskja at stýra býnum einsamøll.

– Tað er gleðiligt at meirlutin hevur avgjørt ikki at flyta Sodnhúsið men harmiligt at heldur ikki hesuferð var minnilutin í býráðnum tikin við í avgerðina.

Harleywoodpaint