Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Meistarar rýma undan vánaligari løn og vánaligum arbeiðstreytum

Jóhann Lützen

Almennu sáttmálarnir hjá Maskinmeistarafelagnum eru nú í so langt afturúrsigldir, at meistarar rýma.

 

 

Tað fekk Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, væl og virðiliga at vita, tá hann vitjaði umborð á Smyrli at fáa eitt prát við manningina í maskinrúminum.

Teir báðir Magni G. Joensen og Poul Henning Poulsen, sum báðir sigla sum 2. meistari við skipinum, hava longu tikið avgerðina – um ikki okkurt, sum veruliga munar, hendir við løn og arbeiðsumstøðum, so eru teir farnir.

Ónøgdir meistarar greiða frá støðuni í videobroti niðanfyri.