Støðan í okkara heilsuverki og hvussu vit megna at møta framtíðar avbjóðingum hevur verið nógv á breddanum seinastu tíðina. Stóra avbjóðingin, enn sum áður, er hvussu vit skipað samlaða tilfeingi, tað er, bygningar, fakfólk og tøku fíggjarorkuna soleiðis, at sjúklingurin og besta viðgerðin er í miðdeplinum? Skal okkara fyrimynd vera grannalondini, ið miðsavna heilsu tilboðini á nøkrum fáum supersjúkrahúsum, har sjúklingurin skal koyra langt til viðgerð ? Ella skulu vit royna at finna okkara egnu loysn, útfrá okkara egnu fortreytum sum eitt lítið oyggjaland.
Undirritaða heldur tað hevur stóran týdning, at finna eina loysn, ið hóskar til okkara viðurskifti og loysir tann tørv á viðgerð og røkt, sum vit kunnu nøkta í Føroyum, enn at vit bert kopiera og royna at gera tað sama sum hini. Vit hava og fara framhaldandi at hava 3 sjúkhús í Føroyum.Vit eru so fáment, at fólkagrundarlagið til at skipað okkum, við til dømis, einum supersjúkrahúsið, er ov lítið. Tí er fyrsta stigi í eini føroyskari loysn, at taka avgerð um, hvørjar viðgerðir kunnu vit hava í Føroyum og hvørjar skulu vit fara uttanlands at fáa. Tað má vera hugsjónin um bestu viðgerð til sjúklingin, ið avgerð, hvørjar viðgerðir vit eiga at hava í Føroyum.
Stórar avbjóðingar
Vit liva longur og tí vera vit fleiri eldri og fleiri, ið koma at hava brúk fyri onkrari viðgerð frá einum sjúkhúsi í framtíðini. Heilivágurin og viðgerðirnar gerast betur og munandi dýrari. Hesar avbjóðingar, saman við eini avmarkaðari fíggjarorku, krevja, at vit finna góðar og skynsamar loysnir fyri sjúklingin.
Samgongan megnar ikki at skera ígjøgnum
Sitandi samgonga hevur ásett í sínum samgonguskjalið frá 2011, at skerast skal ígjøgnum og avgerð takast um, hvørjar viðgerðir skulu vera á teim trimum sjúkhúsunum. Nú samgonguskeiðið er um at vera runnið mugu vit bert staðfesta, at tað megnaði samgongan ikki at gera. Tí er hesin spurningur eins aktuellur og hann var tá ið samgongan tók við.
Nøgdsemi og sterkar síður
Ein komandi nýskipan av virkseminum á sjúkhúsunum eigur at byggja á tær sterku síðurnar, ið eru har frammanundan. Klaksvíkar sjúkhús hevur nógvar sterkar síður, millum annað, sera dugnalig og eldhuga starvsfólk. Nøgdsemi hjá teimum, ið hava fingið viðgerð á KS er stórt og KS dugir væl at fara út og veita sínar tænastur til fólk í nærumhvørvinum, tað vil siga bæði í Norðoyggjum og pørtum av Eysturoynni.
Heilsunýskipan og færri innleggingar
Vit hava fingið eina heilsunýskipan, har høvuðstættirnir eru fyribyrging, trygd og dygd í viðgerðini og færri innleggingar á sjúkhúsunum. Høvuðsyvirskriftin er meira heilsa fyri peningin, tað merkir, at størri fíggjarorka skal leggjast í at fyribyrgja sjúku. Fólk skulu fáa røttu viðgerðina til røttu tíð, á røttum stað. Skipast skulu heilsudeplar kring landið. Sjúkhúsini skulu hava færri innleggingar og viðgerðin, ið fæst á sjúkhúsunum, skal gerast enn tryggari og dyggari.
Heilsudeplar kring landið
Landið skal skipast í færri og størri eindir við hvør sínum heilsudepli. Hetta merkir, at viðgerðar tilboð í nógv størri mun verða flutt av sjúkrahúsinum til heilsuverkið uttanfyri og at allar tær kanningar og viðgerðir, ið kunnu fara fram uttanfyri sjúkhúsini, skulu fara fram á heilsudeplunum.
Endamáli við heilsudeplunum er at menna heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tilboð, kanningar, veitingar og ráðgeving til borgaran
Tað sum liggur í kortinum er, at ein stórur partur av heilsuveitingum til borgarar við varandi sjúkum
og eldri (diabetisviðgerð) skal fara fram á heilsudeplinum. At heilsudepilin kemur at hava viðkomandi heilsustarvsfólk, sosum kommunulæknar, sjúkrarøktarfrøðingar, heilsufrøðingar, kostfrøðingar, farmaseutar, sálarfrøðingar, ergoterapeutar, fysioterapeutar og ljósmøður. Endamálið er, at tað skal gerast lættari og meira ómakaleyst hjá borgarnum at fáa viðgerð ella fara til kanningar í heilsudeplinum enn á sjúkrahúsinum.
Heilsudeplar og sjúkhús lið um lið
Vit hoyra ofta fólk seta spurningin, um vit hava ráð til meir enn eitt sjúkhús í Føroyum. Uppskotið um at skipa landið í nakrar heilsudeplar reisir spurningin, hava vit ráð til heilsudeplar og sjúkhús lið um lið, til dømis, í Norðoyggjum og Suðuroy. Talan er um sama posa av pengum til alt hetta virksemi. Heilsuverki er sett at spara nógvan pening, komandi árini, hóast landstýrismaðurin ásannar at heilsunýskipanin kemur at kosta pening mongu fyrstu árini.
At skipa tvey sjálvstøðug verk, ístaðin fyri eitt, gevur tað besta úrslitið fyri sjúklingin ? Eg haldi ikki, so ella so mugu sjúkhúsini og heilsudeplarnir samskipast. Tað er upplagt, at ein heilsudepil og Klaksvíkar sjúkrahús eiga at standa fyri einari samskipaðari tænastu til Norðoyggjar og partar av Eysturoynni, eins og Klaksvíkar sjúkrahús hevur staðið fyri einari væleydnaðari tænastu á høgum støði til hetta øki í nógv ár, ikki minst síðan undirsjóartunnilin kom.
Meira planlagt virksemi
Í dag er stórur partur av virkseminum á KS akutt virksemi og minni parturin planlagt virksemi. Við umbyggingini, har medisinska og kirurgiska songjadeildin eru lagdar saman, eru stig tikin til at rationalisera og fáa meira fyri minni. Umframt at spara pening, eigur henda umskipan eisini at opna upp fyri nýggjum møguleikum.
Nú ein partur av urologiini skal burtur av Klaksvíkar sjúkhúsi og ístaðin skipast sum ein tvørgangandi funktión millum sjúkhúsini, er enn meira upplagt, at ein munandi størri partur av ortopediini verður lagdur á Klaksvíkar sjúkhúsið og planlagda virksemi harvið økt.
Tað snýr seg um at síggja møguleikar
Skulu vit menna allar heilsuskipannir í framtíðini og tað skulu vit, so mugu vit síggja møguleikar heldur enn forðingar. Kommunnunar hava fingið eldraøki lagt út og harvið eisini partar av heilsurøktini. Komandi Heilsudeplarnir er ein annar partur og sjúkhúsini ein triði. Hugsa vit allar hesar tættir saman, við tí fyri eyga at fáa besta úrslitið, so koma vit langt. Tað krevur, at vit tora at hugsa útum kassarnar og at vit øll mugu flyta okkum. Spurningurin er, um vit eru til reiðar til tess, til frama fyri at finna bestu skipaninar til okkara lokala tørv, soleiðis at vit fáa mest heilsu fyri peningin borgarnum at frama.
Eyðgunn Samuelsen,tingkvinna
Javnaðarflokkurin




