Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Menning, leiðsla og samstarv innan sjúkrahúsverkið

Oliver Joensen

Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, hevur tikið avgerð um at styrkja samskipanina av virkseminum á okkara trimum sjúkrahúsunum og serviðgerðini uttanlands.

Í Heilsumálaráðnum er ein sjúkrahúsdeild skipað, og í samstarvi við ovastu leiðslurnar á sjúkrahúsunum verða nú fleiri broytingar settar í verk. 

Bygnaðarligar broytingar
Samanumtikið eru bygnaðarligu broytingarnar í sjúkrahúsverkinum eitt týðandi stig til at fremja ta politisku ætlan, sum er orðað í samgonguskjalinum, um at “ein víðfevnandi dygdarmenning skal fremjast sambært álitinum um framtíðar sjúkrahúsverk”. Broytingarnar eru eisini ein liður í at fremja tey neyðugu stigini til samskipan og rationalisering, sum mælt vóru til í sonevndu Valcon-fíggjargreiningini.

Málið er at gagnnýta tilfeingið so gott sum møguligt og ikki minst at fáa serviðgerðina uttanlands at innganga í hetta. Í hesum sambandi er málið at skipa fleiri heimtøkur, sum merkir, at serfrøðingar koma til Føroyar at fremja viðgerðir, soleiðis at færri sjúklingar verða noyddir at fara av landinum. Eisini verður arbeitt miðvíst við at fáa fleiri eftirkanningar heim. Roknað verður við, at tað kunnu verða týðandi sparingar í eini slíkari tilgongd. 

Felags menningarstjóri
Avgjørt er at seta Bente Wennerberg sum menningarstjóra fyri øll trý sjúkrahúsini í eitt 2 ára skeið. Uppgávurnar hjá menningarstjóranum verða at fyrireika og verkseta HR-menningarátøk og omanfyrinevndu heimtøkuverkætlanir. Bente Wennerberg hevur drúgvar royndir sum toppleiðari í danska heilsuverkinum, umframt at hava arbeitt sum konsulentur innan starvsfólkamenning. 

Konstitueraður sjúkrarøktarstjóri
Avgjørt er at seta Nainu Túgvustein í starvið sum sjúkrarøktarstjóra á Landssjúkrahúsinum í eitt 4-6 mánað tíðarskeið. Naina Túgvustein hevur verið leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur á Landssjúkrahúsinum í 2½ ár. 

Starvsheitir verða broytt
Somuleiðis er avgjørt at broyta starvsheitini læknastjóri og sjúkrarøktarstjóri á Landssjúkrahúsinum til at verða varastjórar. Sum higartil vísa tey til sjúkrahússtjóran. Broytingin verður gjørd fyri at gera tað týðuligari, hvussu leiðslan er skipað, og at øll sjúkrahúsleiðslan arbeiðir í mun til tað samlaða virksemi og ikki í mun til ávísar starvsbólkar á sjúkrahúsinum.

Sjúkrahússtjóraráðið
Avgjørt er, at umsjónarmennirnir á Klaksvíkar sjúkrahúsi og Suðuroyar sjúkrahúsi framyvir skulu eita sjúkrahússtjórar. Tað verður gjørt, tí tað í almenninginum hevur verið ivamál um, hvat hevur ligið í orðinum umsjónarmaður. 

Sum liður í at styrkja samskipanina av virkseminum millum sjúkrahúsini og serviðgerðina uttanlands, eru skipað eitt sjúkrahússtjórarráð og ein strategiskur leiðslubólkur. Í sjúkrahússtjóraráðnum eru ovastu stjórarnir á teimum trimum sjúkrahúsunum umframt deildarstjórin á sjúkrahúsdeildini í Heilsumálaráðnum. Uppgávurnar hjá sjúkrahússtjórarráðnum eru

• at fremja samskipanina av sjúkrahúsverkinum, 

• at standa fyri, at samstarvsavtalur verða gjørdar millum sjúkrahúsini sambært sjúkrahúslógini, og 

• at átøk verða verksett, sum tryggja eina gagnliga nýtslu av tí samlaða tilfeinginum. 

Strategiskur leiðslubólkur
Í strategiska leiðslubólkinum er øll tann ovasta leiðslan á teimum trimum sjúkrahúsunum og deildarstjórin á sjúkrahúsdeildini í Heilsumálaráðnum. Uppgávurnar hjá strategiska leiðslubólkinum eru

• at tryggja yvirskipaðu heilsufakligu viðurskiftini í samskipanini av virkseminum á sjúkrahúsunum, 

• at vísa á møguleikar fyri tvørgangandi loysnum, sum kunnu betra um viðgerðartilboðini og raksturin á sjúkrahúsunum og serviðgerð uttanlands, og 

• at vísa á møguleikar og leggja til rættis heimtøkur av viðgerðum og eftirkanningum.

Nýggj stýringsskipan fyri serviðgerð uttanlands
Stórur vøkstur hevur seinastu árini verið í útreiðslunum til serviðgerð uttanlands, og tørvur er á eini stýringsskipan, sum tryggjar, at játtanarkarmurin verður hildin, og at nýtslan er so skynsom sum møgulig. 

Higartil hevur øll játtanin til serviðgerð ligið á eini felagskonto, har allir yvirlæknar í sjúkrahúsverkinum hava kunnað ávíst sjúklingar uttanlands, uttan at nýtast at hugsa um fíggjarligu viðurskiftini í hesum sambandinum. 

Hetta ætlar landsstýrismaðurin nú at broyta, soleiðis at játtanin til serviðgerð uttanlands verður lutað sundur í játtanarøkir, sum verða karmurin fyri hetta virksemið. Samstundis verður latið upp fyri, at játtanarøkini kunnu leggja virksemið soleiðis til rættis, at sum mest fæst fyri játtanina. 

Við setanini av menningarstjóranum verður ferð sett á ætlanirnar at skipa fleiri heimtøkum og við hesum verður grundarlagið lagt fyri, at fleiri viðgerðir og eftirkanningar verða framdar í Føroyum. Uppskotið hjá landsstýrismanninum verður nú sent til hoyringar og ætlanin er, at nýggja skipanin verður sett í verk sum skjótast.

Øll hesi stig, sum nú verða tikin, eru fyrireikað í samstarvi við avvarðandi partar, og er vónin eisini, at ætlanirnar bera á mál í góðum samstarvi millum allar partar, politiska myndugleikan, leiðslur og starvsfólk.

Heilsumálaráðið 15. apríl 2009