Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Menningarætlan fyri viðskiftafólki

John William Joensen

KBI hevur sera góð hølisviðurskifti til skeiðvirksemið og Karl Birgir Isaksen sigur at hetta skal brúkast til at menna og kunna viðskiftafólk hjá fyritøkuni

Karl Birgir Isaksen, stjóri hjá KBI, greiður frá at síðan teir fluttu í nýggj hølir við Borðoyavík hava teir skipa fyri sokallaðum tekniskum skeiðum.
Í hesum sambandi høvdu vit skeiðleiðara frá SKF, sum er ein av leiðandi fyritøkunum, sum framleiga legur (lejer) til motorar.
– Skipað var fyri tveimum skeiðum í fýra dagar og høvdu vit luttøku av 22 maskinmeistarum úr øllum landinum.
– Skeiði var um legu-kunnleika og fyrbyrgjandi viðlíkahald. Stórsti parturin var teoretiskt men eisini sluppu skeiðluttakarar at royna mest framkomnu hjálpitólini sum finnast í dag til montering av legum.
-Sjálvur haldi eg at hølini hjá okkum eru sera væl egnaði til skeiðvirksemið og henda møguleika ætla vit framhaldandi at brúka til frama fyri viðskiftafólk okkara.
 
Skeið fyri viðskiftafólk
Omanfyri nevndu skeið vóru serliga til fagfólk, men stjórin í KBI sigur at teir eisini fara at skipa fyri ókeypis skeiðum fyri viðskiftafólk.
– Vit arbeiða við trimum øðrum skeiðum í løtuni og vantandi verður eitt skeið áðrenn jól.
– Hesi skeiðini koma at venda sær beinleiðis til viðskiftafólki hjá okkum har vit fara at upplýsa hvørjir møguleikar eru innan tey ymisku starvsøkini sum viðskiftafólk hjá okkum starvast í.
– Hesi skeið vera ókeypis og eisini her sleppa skeiðluttakarar at royna mest framkomnu amboðini sum eru á marknaðinum í løtuni.
 
Gleðir seg til Norðoyatunnilin
Karl Birgir Isaksen sigur at teir gleða seg sera nógv til Norðoyatunnilin.
– Tað tekur tíð at venja viðskiftafólki til at vit eru flutt niðan á Borðoyavík, men vit skulu ikki klaga um søluna.
– Tað sum vit tó gleða okkum allar mest til er Norðoyatunnilin, tí tá hann er komin kunnu vit av álvara veita tænastu til viðskiftafólk okkara, sum eru inni á meginøkinum, og tað er her at vít síggja stórstu møguleikarnar.