Mentamálanevndin skipaði í gjár ein evnisfund um frítíðarskúlar og frítíðartilboð til børn og ung sum heild. Til fundin vórðu tí eisini leiðarar fyri frítíðarskúlarnar og ungdómshúsini bodnir við.
Mentamálanevndin skipaði í gjár ein evnisfund um frítíðarskúlar og frítíðartilboð til børn og ung sum heild. Til fundin vórðu tí eisini leiðarar fyri frítíðarskúlarnar og ungdómshúsini bodnir við.
Helena Dam á Neystabø bjóðaði vælkomin og vísti á ætlanirnar hjá býráðnum at víðka um frítíðartilboðini bæði til tey yngru børnini og tannáringarnar. Hóast kommunan hevur nógv og fjølbroytt tilboð, so vísir tørvur seg enn vera á nýggjum tilboðum, og hon vónaði við fundinum at fáa íblástur og uppskot til tað víðari politiska arbeiðið.
Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri, og Ruth Vang, leiðari á barna- og ungdómsdeildini, høvdu framløgur um politiska og fakliga grundarlagið undir tí frítíðarvirksemi, kommunan í dag stendur fyri, um sjálvbodna frítíðarvirksemið innan ítrótt og mentan og hølis- og fíggjartørv til bæði verandi og nýggj kommunal tilboð.
Á fundinum komu nógv áhugaverd sjónarmið og uppskot til at betra um kommunalu tilboðini bæði hjá frítíðarskúlunum og ungdómshúsunum.
Serligt kjak var um, hvørt frítíðartilboðið til børn í 3. flokki skal skipast sum frítíðarskúlatilboð á sama hátt sum í 1. og 2. flokki. Í dag er frítíðartilboðið til børn í 3. flokki leysari skipað og ikki beinleiðis knýtt til ávísan frítíðarskúla.
Allir fundarluttakarar ásannaðu, at nógvar hølisavbjóðingar eru, skulu tilboðini víðkast, og tí má hetta leggjast í eina skipaða ætlan.
Mentamálanevndin fer á komandi nevndarfundi at taka samanum evnisfundin og taka støðu til, hvussu tilboðið til børn í 3. flokki skal skipast. Eisini skal støða takast til at loysa teir mest átrokandi hølistrupulleikarar, sum eru á frítíðarskúlaøkinum.




