Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Mentanar, ítrottar og frítíðarbýurin – Klaksvík!

Anfinn Hansen

Í kappingarstøðu er altíð umráðandi, at stinga seg í oddin. Í oddinum hava vit verið og har skulu vit eisini verða frammyvir. í Klaksvíkar kommunu, skulu vit hava mentanar, ítrottar, fríðtíðar- og trivnaðartilboð til allar borgarar.

 

Maritimt trivnðaraøki við sølutorgið

Klaksvíkin tørvar eitt fráleikatekin, ið skilur okkum úr mongdini, sum fiskivinnuhøvuðsstaður føroya. Tí eigur eitt maritimt trivnaðarøki omanfyri bátabrúgvarnar í Klaksvík at setast á skrá komandi býráðssetu.

Eitt slíkt maritimt umhvørvi skal verða eitt uppihaldsstað í einari maritimari gonguleið, har alskyns trivnaðarstøð eru, har eitt sølutorg við neystalíknandi paviliongtekju var snúsningspunkti fyri alla marinaðina.

 

Torgið hevði givið Klaksvíkini og norðoyingum eitt enn sterkari samleikatekin sum fiskivinnuhøvuðsstaður Føroya, har staðbundni føroyski útróðurin og matframleiðsluvinnan, fekk eitt stað at bjóða borgarum og ferðafólki “heimsins besta fisk” og aðra rávøru sum einans kann fáast í Føroyum.

 

Økið skuldi verið lagt við timbri og steinsettum økjum, har lættari paviliongir vóru ymsastaðir við m.a. grillstaði, café umhvørvi, einum staði at halda smærri tiltøk o.a, her kundu norðoyingar, ung sum gomul, og ferðafólk leita sær hugna og trivnað nær at sjónum allar árstíðir, umgird av okkara mentan- og serføroysku matvøruvinnu.

 

 

Tvørítrottarligan fríðtíðar og trivnaðardepil í heimsflokki

Á Djúpumýru kann Klaksvíkar kommuna skapa ein fríðtíðar, tvørítrottarligan- og trivnaðardepil í heimsklassa, í hjartanum á býnum.

 

Bygningarnir á Djúpumýru eiga at verða knýttir saman til eina størri og samlaða eind, har frítíðar, ítrottarligu, heilsu- og trivnaðartilboðini hjá yngri og eldri borgarunum verða lyft á eitt uppaftur hægri støði.

 

Fimleikarhøllin skal verða sambindingarliðurin í ítrottarmiðdeplinum, sambindingin millum svimjihøllina, badminton- og KÍhøllina, Bláa skýli, rennibreytina o.a.

Í samband við nýggja fimleikarhøll, eigur Klaksvíkar kommuna at byggja allar hallirnar á staðnum saman, soleiði at øll felagsviðurskifti ss. móttøka, café o.a. verða í hesari sambindingini. Hendan íløgan eigur at verða gjørd samstundis sum fimleikarhøllin verður gjørd, soleiðis at kommunan fær uppaftur fleiri rørslu- og trivnaðartilboð til borgarar sínar í einum stórum ítrottarmiðdepli í heimsflokki!

 

Anfinn Hansen, valevni á lista E.