Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Mentanargrunnur Landsins veitt stuðul til starvsløn og íverksetan

Jóhann Lützen

Mentanargrunnur Landsins letur einaferð um árið stuðul til starvsløn og íverksetan. Grunnurin fekk nógvar dygdargóðar umsóknir í ár, og sera torført hevur verið at taka dagar ímillum innkomnu umsóknirnar. Grunnurin fekk 117 umsóknir, og søkt var um knappar 37 mio. kr. Grunnurin kundi í ár lata gott 4,5 mio kr. til starvslønir og íverksetanarstuðul. Í hesum umfari fingu 34 umsøkjarar starvsløn, og tríggir fingu íverksetanarstuðul.

 

Nevndin hevur á fundi tann 17. februar 2021 avgjørt at veita starvsløn til hesar umsøkjarar:

 

1 ár:

Jóhan Martin Christiansen (myndlist)

Marjun Syderbø Kjelnæs (bókmentir)

 

6 mánaðir:

Dánjal Dam á Neystabø (tónlist og annað)

Hanni Julius Bjartalíð (myndlist)

Katrina í Geil (bókmentir)

Kim Simonsen (bókmentir)

Leivur Thomsen (tónlist)

Magni Husgaard (tón- og ljóðlist)

Mikael Blak (tónlist)

Randi Samsonsen (myndlist)

Sakaris Fríði Stórá (filmslist)

 

Ein umsøkjari fekk 5 mánaðir, tríggir fingu 4 mánaðir,  átta fingu 3 mánaðir, tíggju fingu 2 mánaðir og ein fekk 1 mánað.

Tilsamans vóru 140 mánaðir veittir sum starvsløn fyri 2021, sí fylgiskjal.

 

Tá starvslønir verða latnar, tekur nevndin støði í upplýsingum í sjálvari umsóknini og ásetingum í kunngerð nr. 109 §4: Endamálið við starvslønunum er at geva listafólkum og øðrum, ið takast við mentanarligt virksemi arbeiðsnáðir í eitt ávíst tíðarskeið at starvast burturav við listarligum ella øðrum mentanarligum arbeiði.

Stk. 2. Starvsløn verður latin umsøkjara við støði í verkevni ella verkætlan, sum lýkur krøvini í § 1 í løgtingslógini og eftir nevndarinnar meting er av listarligum ella fakligum dygdareyðkennum.

Grunnurin fekk 16 umsóknir til íverksetan. Hesin stuðul skal lætta um hjá evnaríkum listafólkum at koma víðari við teirra skapandi listaarbeiði. Stuðulin er 75.000 kr. og kann bert latast sama umsøkjara tvær ferðir.

 

Nevndin hevur gjørt av, at lata hesum umsøkjarum íversetanarstuðul.

 

Ísak Sambleben (tón- og ljóðlist)

Jens L. Thomsen (tónlist)

Rannvá G. Niclasen (dansur)