Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mentanarhús ein realistiskur møguleiki

John William Joensen

– ikki ein spurningur um manglandi pengar, men fyrst og fremst um politiska undirtøku

Leiðarin í Norðlýsinum í síðstu viku ber fram, at eg við grein míni ‘Mentanarhús í 100 ára føðingardagsgávu’ (sí næstseinasta Norðlýsið) geri eina ‘roynd at blaka veljarum torvmold í eyga’ og at greinin ikki ‘nóg seriøs’.
Orsøkin til hendan dóm er tann, at tað sambært oddagreinini ‘hevur ligið á ljóði sumstaðni úr býráðnum, at prosjektið hjá bólkinum, vit hava nevnt, hevur verið hildið at vera í so ógvusligt peningaliga fyri kommunukassan’.
Hvat hetta hulisliga ‘sumstaðni í býráðnum’ er, veit eg ikki og lat meg beinanvegin sláa fast, at eg eri ikki millum teirra, sum halda, at íløgan í eitt mentanarhús er so ‘ógvuslig’, at hon ikki skal fremjast.
Tvørturímóti eri eg av teirri áskoðan, at vit eiga at kvika okkum í fyrireikingunum at fáa reist býnum eitt vakurt og vælvirkandi mentanarhús. Og hví ikki miða eftir at hava húsið liðugt til kommununnar 100 ára føðingardag? 
Um tað er politisk undirtøka fyri hesum málsetningi, verða beinanvegin tveir spurningar reistir: Hvat er tað fyri eitt mentanarhús vit ynskja, og hava vit møguleika og vilja(!) at gjalda fyri tað húsið, vit ynskja býnum.
Í hesi greinini fari eg at viðgera fíggjarliga spurningin.

Fíggjarmøguleikar
Tá ið metast skal um møguleikarnar fyri fígging av einum mentanarhúsi, kunnu vit út frá ávísum fortreytum og við fyrivarni gera eina framskriving av búskaparligu gongdini og soleiðis fáa eina ábending um møguleikarnar.
Sum kunnugt gongur okkara búskapur upp og niður, og tað er tískil trupult at spáa um framtíðina.
Men lat okkum siga at hesar fortreytir koma at halda næstu fimm árini:
*  at vit ikki enda í   einum búskaparligum skrædli
* at kommunan tískil  fær áleið óbroyttar inntøkur
* at útreiðslurnar til rakstur tilsamans ikki vaksa meir enn 2% árliga
* at kommunuskuldin verður niðurgoldin við somu ferð sum í dag og at vit hartil brúka 20 mió. kr. av
  ognum býráðsins (t.d. pening á bók og í kreppulánsgrunninum) at niðurgjalda við
Hvørja ávirkan fer hettar at fáa fyri møguleikarnar at gera íløgur?

Íløgur fyri 144 mió. kr.
Skuldi hetta víst seg at blivið gongdin, so vil kommunan tey fimm árini frá 2004 og fram til 2008 samanlagt ráða yvir eini íløguorku uppá uml. 144 mió. kr.(!). Orsøkin er einføld tann, at vit sleppa av við skuldina.
Um vit síðani siga, at eitt komandi mentanarhús kemur at kosta áleið 30 mió. kr., so er tað týðuligt,  at tað ikki er hald í pástandinum hjá Norðlýsinum um, at eitt mentanarhús av hesi stødd er ov ógvusligt peningaliga. 
Pengarnir eru sostatt ikki trupulleikin. Men fyri tað um teir eru tøkir, er tað ikki einstýðandi við, at teir partú skulu brúkast til mentanarhús, hóast tað er mín greiða hugsan. Avgerandi spurningurin er, um politisk undirtøka er fyri einum slíkum mentanarhúsi ella ikki.
Her kann skoytast uppí, at tað eisini verður ein spurningur um landsstýrið fer at loyva býráðnum at gera tær íløgurnar, sum vit ikki ósannlíkt koma at hava orku til.
Eftir stendur, um tað so verður kommunukassin, sum kemur at fíggja alla íløguna til mentanarhúsi, ella vit fáa tað modellið, sum Alex Sólstein, Jógvan Clementsen og Ovi Fredriksen arbeiða við í løtuni.
Sum hendan greinin vísir, so hava vit ongar undanførslur, tí vilja vit byggja mentanarhús, so eru møguleikarnir til staðar.

Rani Nolsøe
Býráðslimur

Framskriving fyri árini 2004 til 2008     
                       2003         2004         2005        2006        2007        2008
                      mió. kr.     mió. kr.     mió. kr.     mió. kr.    mió. kr.    mió. kr.
Inntøkur            110          110           110           110         110            110
       
rakstur                62            63             65             66            67            68
íløgur                   23           25             25              25           29             40
       
rentur                   6              4               3               2             1                0
avdráttir               16            16            16              16          12               0
                            22            20            19              18          13               0
Skuld                   80            44            28               12          0                0
ogn                                                       20    
       
útreiðslur tils.         107        108          109              109         109          108
       
Avlop                    3             2              1                  1             1               2