Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Mentanarhúsið í Klaksvík skal hava navn

Grunnur, Mentanarhús í Klaksvík

Hevur tú eitt gott hugskot um navn, sum fellur væl og annars er hóskandi, send so inn.

Mentanarhúsið, sum hevur verið eitt arbeiðsheitið, er gamla Posthúsið, ið bygt varð í 1967 og ein stór høll, verður bygd aftuat.

Húsið skal eftir ætlan standa liðugt komandi summar, har tað kunnu sita 380 fólk inni í høllini. Tað er Grunnurin, Mentanarhús í Klaksvík, sum eigur, byggir og skal reka húsið.

Endamálið við húsinum er at vera karmur um mentanarliga virksemið í býnum, við sjónleik, kvøldsetum, upplestri, sangi, tónleiki, fundum, framsýningum, ráðstevnum og ymiskum øðrum.

Dentur verður lagdur á, at virksemið verður so fjølbroytt sum gjørligt, og at virksemið tekur støði í føroyskum mentanararvi, í tí mentan her býr og við tign, sum sømir seg einum mentaðum fólki.

Bygningurin er ikoniskur í skapi og brúki og kann lata endaveggin á pallinum upp oman móti og Vágsbøi.

Høllin hevur í skapi verið kallað eitt “tíðarbrot” – brot úr klokkuni. Ein steinur ella skrín, ið liggur í lendinum, sum letur seg upp í myrkrinum, har alskyns leikur spretta úr og spæl er inni har.

Í bygninginum, har umframt stóru høllina eisini er ein kafé, smærri spælistøð, verkstøð, skrivstovur, framsýningarstøð og ein býarsalur, skulu øll kenna seg væl og vera vælkomin – ein spennandi bygningur við einum vøkrum navni, sum tú setur á.

Soleiðis luttekur tú:
Uppskotið skal latast inn í tveimum aftulatnum brævbjálvum

• Ein brævbjálvi við uppskotinum sjálvum saman við frágreiðing um hugskotið og grundgeving fyri, hví tú velur hetta heitið ella navnið. Merk brævbjálvan “Navnakapping Mentanarhúsið”.

• Ein brævbjálvi við uppskotinum sjálvum saman við navni á uppskotsstillara. Hetta fyri at nevndin ikki skal síggja navnið á viðkomandi undir viðgerðini. Merk brævbjálvan ”Luttakari og uppskot”.

 

Uppskot skulu sendast til

Grunnur, Mentanarhús í Klaksvík

Nólsoyar Pálsgøta 32

Postsmoga 2

FO-710 Klaksvík 

og verða grunninum í hendi í seinasta lagi 3. november 2021 kl. 12:00.

 

Dómsnevndini, sum endaliga velur navnið, er stýrið fyri Grunnur, Mentanarhús í Klaksvík.

Stýrið skilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnu uppskotini.

Vinnarin fær í virðislønin fyri vinnandi uppskotið kr. 10.000,-

Spurningar kunnu stílast til dw@klaksvik.fo

Grunnur, Mentanarhús í Klaksvík