Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Mentanarligur gongutúrur í morgun

Oliver Joensen

Í samband við átakið Norðurljós, var skipað fyri gongutúri í morgun, frá nýggja Nólsoyar Pálls húsinum, yvir í Vág og niðan á spinnaríið.

Andras Sólstein, stjóri á Norðoya Fornminnasavni var frásøgumaður og hann kom sera væl frá frágreiðingum sínum um Nólsoyar Páll, Biskupstøð, Myrkjanoyri og tí sum til Biskupstøðøkið var komið inn á. Í Vági var tosað um kirkjurnar, bóndagarðarnar, eisini Fípuna Føgru og minnisvarðan.

Á spinnarínum fingu vit innlit um søguna hjá húsinum við Borðoyarvík. 

Veðrir var ikki av tí allar besta í morgun, men vit sum hættaðu okkum út, fingu eina sera viðkomandi uppliving.

Harleywoodpaint