Kunningarskivan á flogvøllinum skipar í hesum døgum fyri mentanarvikuskifti.
Tiltakið er úrslit av tøttum samstarvi millum Kunningarskivuna, Kristianshús í Mykinesi og Sørvágs Kommunu.
Hetta er fyrstu ferð, at slíkt tiltak í Mykinesi, og við einari sera fjølbroyttari skrá hava fyrireikararnir góðar vónir um stóra undirtøku.
Sambandið út í oynna er eingin forðing, tí bátur fer at sigla aftur og fram allan leygardagin og sunnudagin. Tað er Silja Star, sum hevur boðið seg fram. Túrarnir eru úr Sørvági. Best er at bíleggja pláss hjá Palla Lamhauge á tlf. 424155.
Í sambandi við mentanarvikuskiftið er møguleiki at bíleggja sær mat og bústað í Kristianshúsi á tlf nr. 212985.
Úr fjølbroyttu skránni kunnu nevnast felagssangur, føroyskur dansur, tónleikur og listaframsýning og fólkafundur, har Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna og Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í Javnstøðunevndni halda røðu. Millum teirra, sum framføra eitthvørt, kunnu nevnast: Uni Debes, Jacobina Tórstún, Tey á Kamarinum, Maria Heinesen, Lív Reynheim, Tøkum Lætt. Birita Mohr fer at hugleiða um Jóhonnu Mariu Skylv Hansen og Bárður Jákupsson fer at halda fyrilestur um kenda listarmannin Sámal J. Mikines. Sunnudagin verður gudstænasta í kirkjuni, har Maria Heinesen spælir violin.
Skráin:
kl. 15.00 Túrur við ferðaleiðara út á Hólmin
Kl. 16.00 Fólkafundur: Kristianna W. Poulsen, forkvinna í Javnstøðunevndini og Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna halda røðu. Birita Mohr hugleiður um Johonnu Mariu Skylv Hansen
Kl. 20.00 Bárður Jákupsson heldur fyrilestur um listamannin Mikines í Pakkhúsinum
Kl. 21.00 Framførsla við Lív Reinheim og vinnkonum í skúlabrekkuni
Kl. 21.30 Felagssangur
Kl.23.30 Tónleikur í pakkhúsinum v. Uni Debes og Jacobina Tórstún.
Fari verður upp á gólv og aftaná spæla Tey á Kamarinum til dans.




