Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Merkið til heiðurs og æru í tingsalinum

John William Joensen

Løgtingið hevur samtykt eitt upskot til samtyktar, um at Merkið skal virðast og hava hóskandi pláss í tingsalinum.

Tíðindaskriv 9. oktobur 2009

Løgtingið samtykti í gjár eitt uppskot til samtyktar frá Sjálvstýrisflokkinum um Merkið á Løgtingi.

Løgtingið tók undir við at Merkið skal standa á einum sjónligum stað í Løgtinginum. Við hesi samtykt hava øll Útnorður-londini flaggið í tingsalinum. Flestu lond hava eisini fløgg síni í tjóðarhallunum.

Sjálvstýrisflokkurin vildi við uppskotinum vísa Merkinum og tjóðini, ið tað umboðar, størri virðing og meiri ásýniligt pláss í tingstarvinum.

Í viðmerkingunum til uppskotið vísti Sjálvstýrisflokkurin á, at Grannatjóðir okkara í Útnorði, Ísland og Grønland, hava tjóðarfløggini hangandi fremst í tingsalinum.

Eisini varð víst á, at Føroyar sanniliga hava havt sítt stríð til tess at vinna Merkinum viðurkenning, og at líka so vist er, at tjóðin í dag stendur sameind um at virða og vísa samleika sín við Merkinum.

Undir Merkinum savnast tjóðin, og flaggið er ímyndin um, at hóast hugsjónarliga ósamd ber tað til at standa saman og lyfta í felag umframt at finna loysnir, tá á stendur.

Tað var upprunauppskotið frá Sjálvstýrisflokkinum, sum bleiv samtykt, meðan broytingaruppskotið frá meirilutanum í Mentanarnevndini fall.

Sjálvstýrisflokkuri

Harleyfacadeacryl