Óvanliga friðarligt vikuskiftið í Klaksvík
Frá Politistøðini verður sagt frá óvanliga friðarligum vikuskifti, tá havt verður í huga, at nógvar jólaveitslur vóru í býnum bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið
–
Løgreglan dugir ikki at siga hví so friðarligt var, men kanska spældi váta veðrið ein leiklut.
Tað einasta sum løgreglan hevði at gera í vikuskiftinum var at koyra onkran persón til hús, ið hevði fingið ov nóg av váta slagnum niðurum.




