Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Merkiliga gloymskur andstøðuleiðari

John William Joensen

Orðaskifti á løgtingi mikudagin 25.02. avdúkaði m.a. at andstøðuleiðarin H.H., formaður í Tjóðveldi, er vorðin merkiliga gloymskur í seinastuni .

Orðaskiftið snúði seg m.a. um møguligt føroyskt kjarnorkuverk, eitt mál, ið ætlanin er at kanna.

Andstøðuleiðarin sýndi ikki sørt av humoristiskum evnum, tá hann bar fram, at eftirsum landsstýrismenn nú kappast um at flyta almennar stovnar út úr Havnini, so vildu teir nú kanska eisini hava komandi kjarnorkustovnin til Suðuroynna, kanska eisini kjarnorkuvápn- og goymslur. Floksfelagar hjálptu til við skemtilinjuni og hildu, at Føroyar kanska skuldu bygt eitt so stórt kjarnorkuverk, at vit kundu selt orku til Íslands, Skotlands og Noregs. Andstøðuleiðarin vendi tó skjótt aftur til álvaran viðvíkjandi almennu stovnunum í landinum og sum tað ljóðaði átalaði hann harðliga,at landsstýrismenn í óðum verki fluttu stovnar út í tey valdømini, har teir sjálvir vóru valdir, tað var heldur ódámligt, helt hann.

Er hetta rætt skilt, man H.H., fyriuttan humorist, eisini hava avdúkað seg sum merkiliga gloymskan, tí ikki er langt síðani, at júst hann við flokki sínum, Tjóðveldi, sogar í andstøðu, við 5 floksatkvøðum av 7 var við til at tryggja Edmundi Joensen eina samanlegging av landsins gomlu valdømum í eitt valdømi. Hetta eina valdømið hevur valt allar núverandi løgtingslimirnar, eisini teir báðar úr Suðuroynni, sum nú eru landsstýrismenn. Tíðin við lokalpatriotum á tingi er farin. Politikkur, rikin á Føroya Løgtingi í dag, er tann beri landspolitikkur.
Viðvíkjandi hvar eitt møguligt kjarnorkuverk skal liggja, so vita vit, at flokkarnir í eina øld hava kappast um at leggja alt í Suðurstreymi, so har er væl einki at ivast í. 

Norðlýsið