Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Merkiliga lítið bit í løgmansrøðuni

Norðlýsið

Ein løgmaður sum varð valdur við tí fyri eyga at gera grundleggjandi broytingar í samfelagnum, átti at havt ítøkilig uppskot at víst á.

Ólavsøkurøða løgmans var styttri enn vanligt, og hon var eisini merkiliga tom. Serliga tá hugsað verður um, at Aksel V. Johannesen, løgmaður, stendur á odda fyri eini samgongu, sum undan valinum lovaði at venda samfelagsgongdini.

Áðrenn valið søgdu núverandi samgonguflokkar, at so at siga alt var galið við politikkinum hjá undanfarnu samgongu, og tí høvdu mong helst roknað við, at løgmaður í síni fyrstu ólavsøkurøðu fór at vísa á eina røð av broytingum, fyri ikki at siga kolveltingum, sum samgongan ætlar at fremja.

Men kolveltandi broytingar vóru ikki nevndar í røðuni. Ístaðin nýtti løgmaður høvi til at fegnast um góðu gongdina, sum vendi longu áðrenn hendan samgongan tók við, og hann rósti eisini navngivnum útisetum, sum hava valt at flyta heimaftur.

Alt gott um tað at útisetar flyta heimaftur. Men hvussu við øllum teimum, sum ongantíð fluttu av landinum? Eiga tey ikki eisini rós uppiborið?

Løgmaður segði, at samgongan er nýskipanarhugað. Á fiskivinnuøkinum, pensjónsøkinum og heilsuøkinum skulu broytingar gerast, segði hann. Hetta hava eisini undanfarnar samgongur sagt í áravís, uttan at tað stóra er hent.

Tað kann tó tykjast løgið, at ein samgonga, sum áðrenn valið skuldi standa klár við broytingum, framvegis bíðar eftir einum serfrøðingabólki, sum skal gera fiskivinnuuppskot, einum pensjónsbólki, sum skal gera pensjónsuppskot, og júst hevur fingið eitt serfrøðingauppskot um sjúkrahúsøkið (sum tó framvegis ikki er viðgjørt politiskt). Bæði fiskivinnubólkurin og pensjónsbólkurin hava biðið um longda tíð til teirra arbeiði.

Ein løgmaður sum varð valdur við tí fyri eyga at gera grundleggjandi broytingar í samfelagnum, átti at havt ítøkilig uppskot at víst á, og ikki bara spælt bóltin víðari til serfrøðingabólkar, sum framvegis ikki eru lidnir við sítt arbeiði, nú fyrsta árið av samgonguskeiðinum er farið afturum.

Royndir vísa, at um ein samgonga skal fáa stórmál framd, so má hetta gerast tvey tey fyrstu árini av valskeiðinum, tí aftaná tað ber illa til at fáa semjur. Nú er fyrsta árið farið afturum, uttan at politiski parturin av stóru broytingunum er byrjaður. – So nú skal okkurt ganga skjótt.