Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Merkisdagar nú sum vanligir frídagar

John William Joensen

Tíðarandin er at eingin og einki skal verða nakað serligt. Høgtíðirnar í kristna kalendaranum eru ikki dagar har familjur halda frið, men verða í dag brúktar til at ferðast uttanlanda ella um ráð ikki er til tað verða halgidagarnir brúktir sum vanligir frídagar. Løgtingið staðfesti fyri kortum at tað var alneyðugt at strandferðsluskipini sigldu skírisdag og langafríggjadag tá Kristus doyði krossdeyðan – og tað er eisini fult í tráð við tíðarandan.

Tíðarandin er at eingin og einki skal verða nakað serligt. Høgtíðirnar í kristna kalendaranum eru ikki dagar har familjur halda frið, men verða í dag brúktar til at ferðast uttanlanda ella um ráð ikki er til tað verða halgidagarnir brúktir sum vanligir frídagar. Løgtingið staðfesti fyri kortum at tað var alneyðugt at strandferðsluskipini sigldu skírisdag og langafríggjadag tá Kristus doyði krossdeyðan – og tað er eisini fult í tráð við tíðarandan.

Bygda stevnurnar eru ikki longur hátíðardagar men at líkna við handilsstevnur har Ólavsøkan er hin størsta – tó júst tí at Ólavsøkan er vard við Løgtingslóg hevur hon framvegis ein serligan hátíðardám. Løgtingslógin sigur enntá hvussu farast skal fram á Ólavsøku.

Tjóðardagarnir sum Grækarismessa og Flaggdagur eru um at fara sama veg sum alt annað sum sera fá gera sær fær um.

Enntá tey sum vænta sær politiskan vinning úr Grækarismessu og Flaggdegnum hava ikki megna at staðið móti tíðarandanum – har einki er serstakt ella heilagt.

Støðan í Klaksvík er nú at Grækarismessuhaldið var av ongum – hevur í mong ár verið hildið av 8 hornblásarum, einum røðara við konuni sum áhoyrara.

Boðað er frá at skrúgongan í ár er avlýst og flaggdagurin skerdur til bert at verða ein røða í Vágstúni.

Tosið um at gera flaggdagin til ein heilan frídag er fullkomiliga burtur við – tí fyri fólkið í dag verður flaggdagurin bara aftur ein frídagur har vit kunnu spekulera við at leggja saman við avspáking og harvið verða tríggjar dagar í LegoLand, Danland ella mála húsini.

Í summar kemur so Drotningin á vitjan og líkamikið politiskan lit er hon sambært grundlógini ímyndin av kongaríkinum sum vit føroyingar eru partur av. Kongshúsið er meira enn 1000 ára gamalt og tær gomlu føroysku hetjurnar sum vit røða um á flaggdegnum og á Ólavsøku sýndu og høvdu stóra virðing fyri kongshúsinum og tað vóru sannir halgidagar tá kongur vitjaði. Men eisini her er líkasælan millum fólk at merkja – tíðin krevur av vit liva okkara egna lív har vit skulu bert hugsað um okkum sjálvi og ikki um felagsskapin. Guð, kongur og tjóðskapur – eru ikki eg – og eru tí alt meira nakað sum miðlar skulu pakka inn og servera tá vit eru troytt av degnum – og tendra flimmurkassan ella telduna eina løtu.

Á facebook eru vit tjóðskaparfólk, kristin og KÍ viðhaldsfólk – men í veruleikanum er felagsskapur ikki longur ein tíðandi partur av dagligdegnum. Flaggdagin flagga vit á Facebook.