Tá sprongt varð fyri ídnaðarøkinum við Borðoyavík merktist tað á Saltnes og á Nesi, sambært lesara
Mikudagin varð sprongt fyri nýggja ídnaðarøkinum niðanfyri Fitjastein við Borðoyavík. Hetta var nakað fyri middag. Ein lesari ringdi av Saltnesi og segði at tey merktu spreingingina.
– Húsini fóru at ristast eitt sindur og hurðarnar fluttu seg, segði lesarin við Norðlýsið



