Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

MEST nýggja heimasíðu

Tíðindaskriv

MEST hevur fingið nýggja heimasíðu, www.mest.fo

Heimasíðan er andlitið hjá fyritøkuni í mun til tess umhvørvi – kundar, veitarar og borgarar. MEST ynskir at verða ein framsøkin og kundavend fyritøka og eigur heimasíðan tí eisini at endurspegla hetta. Nú eru bæði snið og innihald broytt fyri at stuðla undir hesum.

Tann enska útgávan verður klár í næstum – fyri at endurspegla at fyritøkan í størri mun ynskir at venda sær til útlendskar kundar.

“Endamálið er at geva okkara kundum og samstarvsfeløgum eina munandi lættari atgongd til upplýsingar um okkum og okkara tænastur”, sigur Mouritz Mohr, stjóri.

Heimasíðan umboðar høvuðsvirkisøkini hjá MEST :

  • Skipasmiðjuvirksemi í MEST Tórshavn og MEST Skála
  • Framleiðsluútgerð til vinnuna á sjógvi og landi í MEST Runavík
  • Offshore tænastur og arbeiðsmegi til oljuvinnuna PAM Offshore Service