– Hóast ójøvnu avrikini higartil í ár, haldi eg, at tað sær rættiliga lovandi út hjá okkum í løtuni – fleiri evnaríkir, ungir spælarar eru komnir inn í hópin, samstundis sum vit hava fingið Jákup og Rógva heimaftur, og harafturat hava vit fingið útlendskar kvalitetsleikarar!
Sunnudagin verður lokal orrusta á Injector Arena í Klaksvík, tá ið víkingar úr Gøtu/Leirvík koma á vitjan, og sambært mest roynda leikaranum hjá KÍ, Harley Bertholdsen, so kann roknast við einum hørðum og tøttum dysti, har tað er ringt at gita um úrslitið frammanundan.
– Hetta er blivið til eina lokaluppgerð, nú so skjótt er at koyra ímillum, og slíkir dystir eru altíð serstakir og torførir at rokna út áðrenn.
– Eg trúgvi upp á okkara møguleikar, serliga um vit finna tað spælið framaftur, sum vit vístu í Runavík síðsta vikuskiftið, heldur Harley.
Men uttan mun til úrslitið sunnudagin, so er Harley sera vónríkur um framtíðina hjá Formula-liðnum í KÍ:
– Hóast ójøvnu avrikini higartil í ár, haldi eg, at tað sær rættiliga lovandi út hjá okkum í løtuni.
– Fleiri evnaríkir, ungir spælarar eru komnir inn í hópin, samstundis sum vit hava fingið Jákup og Rógva heimaftur.
– Harafturat hava vit fingið útlendskar kvalitetsleikarar, ljóðar jaliga viðmerkingin frá Harley, sum í góðveðrinum fríggjakvøldið vandi saman við hinum í Formula-hópinum hjá KÍ.




