Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

MEST skal byggja havrannsóknarskipið

Helgi Abrahamsen

”Fiskimálaráðið hevur gjørt av at fara undir samráðingar við skipasmiðjuna MEST um at byggja eitt nýtt havrannsóknarskip.”

”Fiskimálaráðið hevur gjørt av at fara undir samráðingar við skipasmiðjuna MEST um at byggja eitt nýtt havrannsóknarskip.” Tað stendur í tíðindaskrivi, sum Fiskimálaráðið hevur sent fjølmiðlunum í dag.

Tríggjar skipasmiðjur hava latið inn tilboð um at byggja skipið, og av teimum átti SIMEK í Noreg lægsta tilboðið. Men eftirkanningar av tilboðunum hava víst, at lægsta tilboðið uppfylti ikki spesifikatiónskrøvini.

”Skipasmiðjan hevur boðað frá, at um øll krøvini í spesifikatiónunum skulu uppfyllast, fer tað at hava við sær týðandi meirkostnað, og at tilboðsprísurin ikki longur stendur við,” stendur í tíðindaskrivinum. Bygginevndin hevur tí mælt landsstýrismanninum til at fara undir samráðingar við næsta tilboðsgeva í staðin, sum er skipasmiðjan MEST.

Samráðingarnar við MEST eru treytaðar av, at Løgtingið er sinnað at hækka játtanina í verklagslógini. Upprunaliga var ætlað, at skipið skuldi kosta 215 mió. krónur, men tilboðið frá MEST var 264,1 mió. krónur.

Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum hevur fingið undirtøku fyri á landsstýrisfundi, at bera uppskot í Løgtingið um at hækka játtanina í verklagslógini.