Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

MEST toymi var í Danmark og gjørdi umvælingararbeiði á M/F Smyril

Tíðindaskriv

Eitt toymi frá MEST var í Lindø skipasmiðjuni í Danmark í samband við umvælingararbeiði á Smyril seinastu vikurnar

Eitt toymi frá MEST var í Lindø skipasmiðjuni í Danmark í samband við umvælingararbeiði á Smyril seinastu vikurnar

Sjey mans frá skipasmiðjuni MEST hava seinastu vikurnar verið í Danmark í samband við viðlíkahaldsarbeiði á Smyril. Hetta vóru leingir dagar har menn arbeiddu 12 tímar hvønn dag – og loystu uppgávurnar uppá styttri tíð enn ætlað.

Arbeiðið fevndi um týdningarmiklar partar av útgerðini hjá Smyrli – eitt nú:

Klassing av reduktiónsgervið og yvirháling av OD. boxum í samband við skrúvurnar

Veitt nýggjar pakkdósir til skrúvuakslar

Veitt lutir og umvælt dekkspøl

Veitt lutir í samband við umvæling av bógskrúvum

Veitt og ísett desorbarar til reinsan av stevnirørsolju

Veitt og skift Vulkan kobling millum gervið og høvuðsmotor 1

Sum myndirnar vísa vóru menn til dystin fús og vóru afturboðanirnar frá leiðandi starvsfólkum á skipasmiðjuni sera ja-ligar. Millum annað varð nevnt, at MEST toymið framdi arbeiði innan munandi styttri tíð enn teir vóru vanir við á Lindø.

Smyril er sum kunnugt nú byrjaður uppá sigling aftur millum oyggjarnar.