Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

MEST veitir motor til sterkari streymveiting í Suðuroynni

MEST

SEV hevur valt MEST til veitara av nýggjum motori til Vágsverkið. Sáttmáli varð undirskrivaður sunnukvøldið

Tíðindaskriv:

SEV hevur valt MEST til veitara av nýggjum motori til Vágsverkið. Sáttmáli varð undirskrivaður sunnukvøldið

Eftirspurningurin eftir elorku í Suðuroynni er øktur nógv seinasta árið vegna økt virksemi. Tí skal streymveitingin í oynni styrkjast komandi árini. SEV hevur nú avgjørt at byggja Vágsverkið út við einum motori afturat verandi megi.

Í hesum sambandi varð útbjóðingartilfar gjørt og ymisk krøv sett til møguligan veitara. Úrslitið av útbjóðingar umfarinum er, at SEV hevur valt MEST sum veitara av nýggja motorinum.

MEST skal veita Vágsverkinum eina nýggja generator eind, sum er ein Wärtsilä motorur typa 9L32 og ein generator av slagnum ABB við eini samlaðari effekt á 3974kWe. Talan er um eina framkomna loysn, sum tryggjar SEV økta streymveiting í Suðuroynni komandi árini. Motorurin verður latin í summar. “Vit eru sera fegin um, at SEV hevur valt MEST sum veitara av hesi týdningarmiklu útbygging í Suðuroynni”, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST.

Sáttmálin varð undirskrivaður í hugnaligu hølunum í Áarstovu í Tórshavn sunnukvøldið.

Harleyfacadeacryl